Tæn Afrika hevur stuðulstiltak
Sunnudagin 29. septembur klokkan 17.00 hevur Tæn Afrika stuðulstiltak í bygdahúsinum á Strondum. Eins og seinasta ár verður nógv spennandi á skránni. Sangframførslur, andakt og søla av ymiskum. Ein drekkamunnur verður eisini at fáa. Tiltakið er ókeypis men høvið verður at lata eina gávu til Tæn Afrika.
Tey ið luttaka við sangi eru:
- Eyðun Jacobsen
- Terje B Vestergaard
- Jan Jacobsen
- Silja Frederiksberg
- Magni Christiansen
- Harmonikuvinir
Øssur Kjølbro hevur andakt