Tæn Afrika: Vatnverkætlan tryggjar reint vatn til 600 menniskju
Fyrr í ár undirskrivaði Tæn Afrika eina vatnverkætlan í norðurøkinum í Etiopia, sum gevur umleið 600 menniskjum umframt djórum teirra atgongd til reint vatn. Hetta økið er eitt sokallað “gloymt øki“, har fólk og djór bert hava atgongd til skitið vatn.
Talan er um eitt øki við 6 bygdum, har fólkið gongur ein tíma til ein skitnan hyl við djórum og dunkum, umframt at tey vaska klæðini har, fyri síðani at ganga ein tíma heim aftur.
Bygdarfólkið greiddi frá, at eingin nakrantíð hevur havt áhuga fyri teirra øki, og tí hava myndugleikarnir ikki arbeitt fyri at veitt teimum betri sømdir.
Hetta norðurøkið er muslimskt umráði. Eingir skúlar eru í bygdunum, og man metir ikki, at útbúgving er neyðug, tí menninir siga, at um kvinnurnar læra ov nógv, so fara tær at rýma úr bygdunum. Tað hevur størst týdning at halda hús og ansa djórini.
Familjurnar fáa nógv børn, tí barnadeyðatalið er høgt vegna skitna vatnið og øllum teimum nógvu vatnbornu sjúkunum, og um ein fær fleiri børn, er møguleikin størri, at onkur av teimum kemur undan.
Tæn Afrika hevur undirskrivað sáttmála við myndugleikarnar í norðurøkinum um at veita reint kelduvatn. At koma inn í hetta økið við vatnverkætlan letur dyrnar upp fyri mongum møguleikum.
Umboðsfólkið fyri verkætlanini tekur væl ímóti okkum, og hetta opnar einar dyr fyri evangeliinum inn til hesi ónáddu fólkasløgini. Í Jóhannesar evangelium 4,14 lesa vit:
Jesus sigur ”men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.”
Jóh. 4,14
Við hesi vatnverkætlan ynskir Tæn Afrika at veita fólkinum reint vatn og betra munandi um teirra liviumstøður, umframt at geva teimum Guds orð, ið er kraftin til frelsu.