Tak synd í okkum, Gud!

«Hví sært tú ikki, at vit fasta, og gevur tí ikki gætur, at vit svølta okkum?»

Man hetta vera føsta, sum mær líkar, at maður ein dag pínir seg sjálvan? At boyggja sítt høvur sum sevið og breiða undir seg sekk og øsku! Kallar tú tílíkt føstu, ein dag til at vinna sær náði Harrans? (Jes 58, 3a+5)

Lesa vit allan kapittul 58, síggja vit Guds svar til fólkið, sum eymkar seg og heldur, at føstan er at pína seg sjálvan, at fáa Gud at taka synd í sær, og at Gud fer at elska tey meira, av tí at tey fasta. Men hetta er als ikki rætti hugburðurin at fara inn í føstuna við.

Vit eru øll býtt upp í trý: kroppur, sál og andi.

Tá ið vit sova, hvíla kroppurin og sálin seg, men andin er klárvakin. Hetta er grundin til, at vit kunnu droyma, og at Gud kann tala til okkara gjøgnum dreymar. Tað er í høvuðsheitum tað sama, ið hendir, tá ið vit fasta. Kroppurin og sálin hvíla seg, trekkja seg aftur, meðan andin sleppur framat, so at Gud kann tala við andan.

Tá ið vit lesa um Dánjal, síggja vit í fyrsta kapitli, at hóast hann og vinmenninir fastaðu frá krásum kongsins, vórðu teir tíggju ferðir betri fyri likamliga, í vísdómi og í fróðskapi enn allir hinir. So hóast tað ikki er logiskt, so styrkir føsta eisini mín kropp og mína sál.

Føstan er sum nevnt fullkomiliga ólogisk eftir mínum tykki – eins og bønin. Men er tað álagt okkum í Bíbliuni, at vit skulu vit fasta? Nei, Jesus áleggur heldur ikki lærusveinunum at fasta. Tó lesa vit millum annað í Matteus 6,17-18:

Men tú, TÁ ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum … og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.

Tað vil siga, at Jesus tekur tað sum eina sjálvfylgju, at vit fasta, eins og hann eisini heldur, at tað er ein sjálvfylgja, at vit biðja.

Tey síðstu orðini í 18. versi, hava serliga nógv at týða fyri meg. At vit fara at fáa løn fyri at fasta. Hvør lønin verður, vita vit ikki, men tað verður spennandi at síggja.

So føsta styrkir kropp tín og sál tína, men tað týdningarmiklasta er, at føsta styrkir anda okkara, sum er gudinnblástur.

Annika Joensen, Keypmannahavn