Takk fyri í summar
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Summarið er farið at halla, og børn og ung eru byrjað aftur í skúla. Aftur í ár hava børn í hópatali luttikið á barna- og ungdómslegum, har gleðiboðskapurin um Jesus Kristus, frelsara heimsins, hevur ljóðað á hvørjum degi.
Fyri at hesar legur kunna verða hildnar, er neyðugt við nógvum hjálpandi hondum, bæði frammanundan, á sjálvum legunum og ikki at gloyma aftaná legurnar.
Allarflestu av leguuppgávunum verða framdar og avgreiddar av sjálvbodnum hjálparfólkum, sum í teirra egnu summarfrítíð hava valt at siga ja takk at útinna eina ella fleiri uppgávur. Samstundis hava hesi hjálparfólk beinleiðis, ella óbeinleiðis, sagt nei takk til okkurt annað meira ella minni spennandi, ið tíð, peningur ella kreftir kundu verið nýtt til. Men, sum Skriftin sigur, arbeiði tykkara í Harranum er ikki burturspilt.
Hiðani skal ljóða ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið á einhvønn hátt hava hjálpt til í summar. Uppgávurnar eru fjøltáttaðar, og allar hava stórt virði fyri, at legurnar skulu eydnast til fulnar, bæði tær meira ósjónligu og tær sjónligu uppgávurnar.
Eisini uttanfyri landoddarnar hava sjálvboðin úr Føroyum tikið lut. Á stóru altjóða ungdómsleguni TeenStreet í Týsklandi, har fleiri hundraðtals føroyingar luttóku, hava sjálvboðin hjálparfólk úr Føroyum sett eina heila viku av egnari summarfrítíð til síðis til fjøltáttaðar uppgávur í Guds víngarði, tað verði seg uppgávur so sum bólkaleiðarar, uppvaskifólk, vaktarfólk og barnaansing fyri at nevna nakrar fáar. Hiðani skal eisini ljóða ein hjartans tøkk til øll tykkum mongu, ið gjørdu TeenStreet so væleydnað.
Umframt á barna- og ungdómslegum, hava og fara sjálvboðin eisini at hjálpa til við øðrum missiónstiltøkum og -uppgávum í summar. Í hesi løtu er Grønlandstoymið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini á missiónsferð í Grønlandi. Hjartans tøkk til Grønlands-toymið fyri tykkara arbeiði, áhaldni og trúfesti. Tykkum verður ynskt Harrans ríku signing á ferðini.
At enda skal eisini ljóða ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið sjálvboðin havt hjálpt til við øðrum uppgávum í Harrans víngarði summarið 2016. Gud vælsigni tykkum ríkiliga.