Teir fimm úr Sundalagnum syngja: Tá eg lítil piltur var, eg heiminum fór frá

Hetta er ein gomul upptøka úr Missiónshúsinum í Hvalvík.

  1. Tá eg lítil piltur var, eg heiminum fór frá.
    Uttan Gud eg hevði onga trú…
    Onga gleði , onga meining dugdi eg at sjá.
    So rótleysur eg altíð eri nú.

Dagur líður, náttin kemur skjótt, so er alt myrkt.
Her á foldum sjógvar bróta, ongantíð er kyrt.
Lívsins sjógvar berjast fyri syndirinna sáð.
Deyðavatni fleyt eg sjáldan á.

  1. Jesus vilt tú møta mær, til tín eg biðja vil.
    Mínar syndir fyrigeva mær.
    Eg angri alt tað illa, sum eg havi hildi til.
    Lær meg lýð á orðini hjá tær.

Dagur líður, náttin kemur skjótt, so er alt myrkt.
Her á foldum sjógvar bróta, ongantíð er kyrt.
Lívsins sjógvar berjast fyri syndirinna sáð.
Deyðavatni fleyt eg sjáldan á.

  1. Tá eg nú á eldri árum minnist á tað lív.
    Sum eg við mínum børnum førdi og við míni vív.
    At mín Jesus, havi eg tær tøkk at siga frá.
    Tíni orð eg lærdi líða á.
LES EISINI  Hoyr tveir av nýggjaru sangunum, sum vit fara at syngja í vikuskiftinum

Dagur líður, myrkri nærkast, kenni eg á mær.
At eg altíð tær kann takka bæði nær og fjar.
Tá ið synd meg nívir, skommin dvøljur ráð frá tær.
Lær meg enntá tær at verða nær.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina