Teir rokast í niðaru kamarslonuni í Nesvík

Nú nærkast at niðara hæddin í nýggju kamarslonuni í Nesvík verður liðug.

Í morgun vóru Kalle Váðklett og Hans Arne Bertholtsen í Nesvík og settu hurðarnar í.

– Tá man hevur frí og børnini eru vaksin, so hevur man tíð til yvurs knappliga, so tað var upplagt at fara til Nesvíkar og taka eina hond í, siga teir báðir.

Øll kamarslonin er gjørd av sjálvbodnum, og enn manglar eitt sindur í áðrenn klárt verður at taka niðaru hæddina í nýtslu.

So ger sum Kalle og Hans Arne, og kom til Nesvíkar, so vit kunnu fáa snotuligu kamarslonuna lidna.