Tekningin til Kvinnutingið 2020 er opin

Nú er klárt at tekna seg til Kvinnutingið í Leguhúsinum í Nesvík, ið verður leygardagin 1. februar. Yvirskriftin í ár er “Bjálkin og flísin”.

Skráin fyri kvinnutingið er nú klár, og Ester Justinussen hevur teknað og sett hana upp.

Evnið er valt út frá Matteusevangeliinum 7,3: “Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?”

Tórhild Bjarkhamar sigur, at tað er ikki nøkur ávís grund til, at hetta evnið er valt, men tað er altíð viðkomandi og rannsakandi.

Nógv á skránni

Dagurin byrjar klokkan níggju við móttøku og morgunmati, saman við livandi tónleiki. Fyrsta innslagið verður klokkan tíggju, tá Mariann D. Poulsen hevur ein áhugatíma við yvirskriftini “Hví sært tú bjálkan?” Jórun Pólsdóttir syngur.

Eftir eina góða máltíð á miðdegi ber til at taka sær av løttum. Ein kann fara ein gongutúr, keypa sær eina bók ella njóta leskiliga fruktborðið.

LES EISINI  Hvat er ein rættur maður? Mannfólkavikuskifti í Nesvík um góðar tvær vikur

Klokkan 15 er næsti áhugatímin, tá Elsa Østergaard talar um evnið “Bjálkin og flísin”. Síðani er aftur fríløta, har bønarrúmið eisini er opið.

Gallaveitsla er klokkan 18, og nógv er á skránni: Felagssangur, døgurði, sangframførsla, undirhald og hugni.

Fram til og við galladøgurðan verða tiltøkini í matarsalinum, men kvinnutingið endar inni í nýggju høllini við einum rimmar syngið-við-tiltaki. Á sangskránni eru harmonikuvinir, kvinnukórini Suð og Fljóðljóð, systkini av Skála og tær ungu leirvíksgenturnar Emma, Rebekka og Sunneva. Eisini verður andakt.

Kvinnutingið endar umleið klokkan 23.

Tekningin letur upp fríggjadagin

Fríggjamorgunin klokkan 10 verður prát í Lindini um kvinnutingið, áðrenn tekningarskipanin letur upp klokkan 13.

Tað eru um 300 pláss, og kostnaðurin er 600 krónur. Ein teknar seg á mission.fo/tilmelding, og seinasta freist at tekna seg er 29. januar.

Fyrireikararnir, ið umframt Tórhild eru Sólborg í Grund Bøgesvang og Sigbjørg Hansen, siga, at allar kvinnur í øllum aldri eru hjartaliga vælkomnar á Kvinnuting 2020.

Skráin fyri Kvinnutingið 2020

 

LES EISINI  Poddkast: Samrøða við Ásbjørn Jacobsen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina