Tey søkja mong ring brøgd

“Sí, eina hetta havi eg funnið, at Gud hevur skapað menniskjuna, men tey søkja mong ring brøgd.”

Præd 7,29

Ótrúligt at hoyra ein mann fyri 2200 árum síðan eyðmerkja síni  samtíðarfólk við okkum, sum liva í dag. Alt tað sermerkta, fólk taka sær fyri; ung, ið flýggja undan tilveranini og tess uppgávum og inn í eina dreymatilveru, sum doyvandi eiturbland kunnu veita teimum. Undarligt at síggja gomul ríma undan uppgávum og einki leggja í tíðina, sum fer aftur við borðinum og oyðsla sína fólkapensión burtur, so tey vera noydd at fara á almannastovur at bidda sær fyri føðina. Undarligt at síggja fólk á okkara døgum hava ráð at keypa sær mangt og hvat og samstundis kæra seg um tann ræðuliga høga skattin. Undarligt at síggja fólk kunna flúgva til mánan og enntá koma trygt aftur á jørðina. Undarligt at vita sær, at bert við at trýsta á ein knøtt, kann eitt menniskja leggja eitt land sum Frakland á stødd, í oyði, og oyðileggja allan vøkstur.

LES EISINI  Verið altíð glaðir!

Vit gomlu tykjast freistað at líta aftur um bak og minnast aftur á vetrarnar, tá ið vetrarnir vóru rættiligir vetrar við nógvum frosti og kava, og sumrini við nógvari sól og hita. Fólkið sum heild livdu stillført við virðing hvør fyri øðrum. Ungdómurin lærdi lýdni og at akta; fingu at vita, hvør fylgja kundi standast av ólýdni.      

Men eisini er tað ein dreymur og flýggjan frá veruleikanum. Menniskju hava altíð av og á havt løgnar ætlanir. Hava ofta viljað flýggjað undan Gudi – sum okkara fyrstu foreldur í paradísinum, tá ið tey høvdu verið ólýðin. Síðan, nógv av tí løgna, sum lýsir nútíðarmenniskjað. Hvat er tað annað enn flýggjan undan Gudi, goyma seg fyri honum og ivast í veran hansara. Hesi medmenniskju okkara hava vit ábyrgd av at biðja og vitna fyri. Ikki sum Fariseararnir at venda teimum bakið.

“Sum ein faðir straks ei gevur altíð tað, ið barnið krevur, so man stund Gud hava til, tá hann sínum hjálpa vil.” Slb. 481,2

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 31

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina