Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur

Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur…

Luk 2,11

Vit syngja í einum jólasangi:

                      Á Ísraels fløtum Guð sendi sítt boð
                      Við einglum til hirðar: “Guð elskar oss so,
                      At frelsarin Jesus er føddur í dag.”
                      Og teir skuldu kunngera heiminum tað.

Boðini, sum hirðarnir fingu, vórðu borin víða um. Tey komu eisini higar á okkara klettar. Boðini um, at okkum er ein frelsari føddur.

Tá ið kristindómurin fekk fótafesti í 3.øld í tí rómverska heimsveldinum, varð ásett, at Jesu føðingardagur skuldi vera 25.desembur. At vit halda Jesu føðingardag á ársins myrkastu tíð, hevur ein ótrúliga stóran súmbolskan týdning  fyri okkum menniskju. Tá ið myrkrið sýgur saman um okkum, og eingin hjálp er at hóma, so er Jesus hjá okkum og hjálpir okkum úr neyðum, tá ið vit rópa á hann um hjálp.

Okkara forfedrar hildu jól, tó at teir ikki kendu nakað til Jesu føðing. Hjá teimum hevði sólin og tann ljósa tíðin á árinum so ómetaliga nógv at siga.

LES EISINI  Betlehemsstjørnan

Í søgubókunum lesa vit, at okkara fornu forfedrar ótu og drukku jólini inn á teimum myrkastu døgunum á árinum, og teir heiðraðu sólini, sum nú aftur fór at hækka á himmalhválvinum. Hjá teimum hevði tann ljósa tíðin alt at siga.

Tá ið kristindómurin kom higar norður til okkara, varð ein roynd gjørd at broyta orðið jól, sum var tann heidna veitslan her, til Kristmessa, men orðið jól var so rótfest í okkara mentan, at Jesu føðing bleiv til jólini hjá okkum.

Og eingilin segði við hirðarnar: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum ein stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

Ja, gleðiboðini vóru, at okkum menniskjum er ein frelsari føddur.

Ein frelsari er ein bjargingarmaður. Tá ið okkurt óhapp hendir, og tá ið fólk eru illa stødd og í neyð og vanda, so er neyðugt at senda bjargingarfólk at bjarga teimum úr vandanum.

LES EISINI  Songur í myrkri ljóðar

Tað var tað, sum Guð í markleysa kærleika sínum sendi okkum menniskjum við at Jesus varð borin í heim. Vandin, sum vit menniskju eru stødd í, er syndin.

Syndin kom í heimin við okkara fyrstu foreldrum í Aldingarðinum. Tey vóru Guði ólýðin, men Guð vildi rætta okkum eina bjargandi hond. Hann hevði eina bjargingarætlan fyri øll menniskju.

Eini 700 – 800 ár fyri Kristi føðing profeteraði Mika, at Frelsarin skuldi verða borin í heim í Betlahem, og Jesaja profeteraði, at hann skuldi verða føddur av eini moyggj. Hosea profeteraði um somu tíð, at hann skuldi verða tikin við til Egyptalands.

Hetta opinberaði Faðir okkara á Himni hesum profetum fleiri hundrað ár frammanundan.

Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: Heiður veri Guði  í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!

Guð sendir okkum sín frið á jólum, men hvussu taka vit menniskju móti hesum friði? Halda vit jól uttan Jesus? Ella er tað alt annað, sum fyllir okkara hjørtu?

LES EISINI  Ung tosa um advent og jól

Um hirðarnar verður sagt, at teir fóru í skundi til Betlahem og funnu barnið, sum eingilin hevði boðað teimum frá.

Guð gloymdi ikki lyfti síni til okkara forfedrar. Hann gloymir heldur ikki lyfti síni til okkum, sum nú liva.

Tað er tann sami boðskapurin, sum aftur hesi jólini verður boðaður okkum menniskjum: At tykkum er ein frelsari føddur.

Paulus sigur í brævinum til rómverjar: Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður. Róm 3,23.

Líkasælan er ein oyðandi sótt, ið vil forða okkum at koma til Jesus. Somuleiðis sjálvgóðskan, ið læsir okkum inni í okkum sjálvum og gleðist bara um tað, sum sprettir úr okkum sjálvum.

Latið okkum tí leita til Frelsara okkara hesi jól og biðja hann fylla hjørtu okkara við sínum heilaga friði. Tá fáa vit ein gleðilig jól.

Guð havi lov og tøkk fyri frelsuna í Jesusi Kristi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina