Tíðin!

Ragnar Groth Mortensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat man verða tað virðismiklasta sum vit eiga? Man tað ikki verða tíðin? Í hvussu er í hesum døgum, so hevur tíðin nógv virið og vit vita ikki hvussu nógva tíð vit eiga. Um vit vilja tað ella ei, so gongur tíðin, líka mikið hvussu vit nýta hana, so gongur hon.

Tað er upp til okkum hvat vit brúka tíðina til.

I fjør, tá ið landi fór niður í ferð, so hugsaði eg, at hettar fer at verða tann reina feria, nú skal eg bara hugsa um mítt arbeiði. Eingi møtir ella guðstæanastur, einki at fyrireika. Sum eg nú fari at hava góða tíð. Men tað løgna sum hendi, var at tá ið tað kom til stykkis so hevði eg akra líka travlt sum áður, og tað endaði við at tað var styttri millum sunnudagarnir enn nakran tíð áður.

Hettar segði mær so mikið, at um vit ikki brúka okkara tíð uppá tær uppgávur sum bíða okkum í andaligum høpi, so fylla vit bara lívið við onkurum øðrum. Tí er tað umráðandi at vit eru greið yvur hvussu vit brúka okkara tíð, tí tað er skjótt at vit spilla tíðina uppá ymiskt sum ikki hevur nakað uppá seg. Tað er vigtigt at vit eru bevíst um hvussu vit brúka tíðina, tí vit fáa ikki tíðina aftur, tíðin sum er farðin, er farin og kemur ikki aftur.

LES EISINI  Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Táið eg nú havi staðfest at óansæð, hvussu, eg brúki mína tíð, so fer tíðin, so mátti tað verið lætt at brúkt hana rætt, men tað er tað tíverri ikki. Eitt menniskja av holdið og blóði er serfrøðingur í at finna uppá undan førðslur um hví eg geri tað forkerta, heldur enn tað rætta. Ella skuldu vit sigt at vit sum regul velja at gerða tað sum er lættast. Men lættast er ikki altíð rættast, tí krevur tað nógvan vísdóm at brúka sína tíð rætt. Tað er umráðandi at biða Guð vísa okkum hvussu vit skullu brúka tíðina.

Tá ið nú vit eru greið yvur hvussu tídningarmikil tíðin er, so er bara at fara í gongd við at brúka tíðina rætt. Men øll eru vit ikki líka, og tað skullu vit heldur ikki. Summi duga betur enn onnur at bjóða seg framm, meðan onnur eru meira afturhaldandi.

Hugsi tykkum til, um vit, í samkomu høpi komu har til at so týtt og knapt eitt hvørt tiltak var sett á skráð, so lupu fólk til at hjálpa. Hugsi tykkum til, um tað ikki var neyðugt at ringja eftir fólki, men fólk ringdu og bjóaðu seg til. ”Hey! Eg síggji at tit hava sett eitt møti á skránna og um tú manglar ein talara (ella tónleikara ella sangara, ella hjálp til okkurt meria praktisk, hvat tað nú skuldi verið) so eri eg klárur” hugsi tykkum til hvussu lætt og smidligt tað hevði verið at skipa fyri øllum verðins tiltøkum, og hvussu langt út man kundi rokki við boðskapinum!!

LES EISINI  Set stikkið í

Tá kundi tiðin mangan veri væl nýtt!

Øll somul hava vit óteljandi møguleikar at brúka okkara tíð væl. Lat okkum spent fara undir at eftir meta okkara tíð, og vita um vit ikki kundu brúkt eitt sindur av tíðini, eitt sindur betur!

Bøn: Góði Guð, hjálp mær at brúka mína tíð rætt. Vís mær hvar tú ynskir at eg skal nýta mína tíð!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina