Tíðindaskriv: GLS 2021 avlýst!

Vegna støðuna við korona, hevur nevndin fyri Global Leadership Summit (GLS) valt at avlýsa árligu leiðsluráðstevnuna, sum eftir ætlan skuldi verða í Norðurlandahúsinum, í døgunum 15. – 16. januar 2021.

Fyrilestrarnir eru tekstaðir til føroyskt, og møguleiki verður at ogna sær hesar fyri 250,00 kr. við at senda teldupost til gls@gls.fo.

Nevndin harmast um at tað ikki ber til at halda ráðstevnuna í ár, sum ætlað, men sær við vón fram til at bjóða vælkomin til GLS 2022.

Tey, ið hava meldað til GLS í ár, verða flutt til GLS 2022.

Vegna nevndina í GLS Føroyar
Stig Elttør, formaður

LES EISINI  Samrøða við Janus Thomsen á GLS 2020
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina