Tíðindi frá missiónshúsum

Bæði á Toftum og í Skálavík verða broytingar komandi sunnudag.

Á Toftum er avgerð tikin um at broyta sunnukvøldsmøtini. Hendan broyting hevur við sær, at møtini verða flutt frá kl. 18 til kl. 14, sum er samstundis sum sunnudagsskúlin er. Ætlanin er, at henda skipanin skal roynast í eina tíð og verður síðani eftirmett, um møguligar tillagingar skulu gerast.

Nýggj byrjan í Skálavík

Í Missións- og Mentunarhúsinum í Skálavík eru tíðindini einki minni enn ein nýggj byrjan. Sunnudagin verður sunnudagsskúli hildin í bygdini fyri fyrstu ferð í 30 ár.

LES EISINI  “Eg komi skjótt... halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!”
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina