Tíggjunda árið at toymið vitjar í Nuuk

Aftur í ár fer eitt toymi frá Heimamissiónini til Nuuk. Hetta er tíggjunda árið á rað, at vitjað verður í grønlendska høvuðsstaðnum. Eins og undanfarnu ár kemur toymið at gista og virka á og út frá Sjómansheiminum. Har verða andaktir, bíbliutími og sangkvøld. Skip, ellisheim, kirkjur, samkomur, fangahúsið og onnur støð verða vitjað við sangi og Guds orði.

Nýggju fólk verða við toyminum, hóast átta eru á myndini. Farið verður úr Føroyum fríggjadagin 24. mai, og komið verður aftur til landið týsdagin 4 juni. Gist verður á Ørkini í Reykjavík ávegis yvir og í Keypmannahavn ávegis heimaftur.

Fleiri av luttakarunum hava verið við øll tíggju árini, meðan onnur hava verið nakrar ferðir. Tey, sum luttaka í ár, eru Paula Joensen, Ann Lydersen, Kim Midjord, Hanna Nattestad, Dakko Petersen, Liljan Midjord, Høgni við Rætt og Torleif Johannesen. Ragnar Snar Karlsson væntar á myndini.

Toymið takkar fyri forbøn og fíggjarligan stuðul.

LES EISINI  Ólavur útsendur til trúboðaratænastu í Íslandi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina