Til Japans sum trúboðarar

Hjúnini Birita og John Timothy fara til Japans sum trúboðarar. Birita er av Strondum, og John er úr Belfast í Norðurírlandi. Tey møttust í London fyri fýra árum síðan, og síðan tey giftust fyri tveimum árum síðan, hava tey búð í Belfast í Norðurírlandi, men í næstum fara tey til Japans.

John greiðir frá, at hann varð kallaður til tænastu í 2011, meðan hann arbeiddi sum flogmekanikari í Belfast.

– Eg hevði eitt sterkt kall til tænastu gjøgnum arbeiðsplássið, tí at Gud gav mær ein møguleika til at deila gleðiboðskapin við mínar starvsfelagar í Belfast. Hetta hendi hvørja viku í kaffistovuni, har eg kundi lata Bíbliuna upp og deila ein boðskap. Mítt lív broyttist frá at vera eitt vanligt arbeiðslív til at vera meira tænasturættað, og tað einasta, eg hevði hug til at gera, var at boða evangeliið. Uppá nógvar ymiskar mátar gjørdist tað greitt fyri mær, at Gud hevði kallað meg úr arbeiðsplássinum og inn í fulltíðartænastu, sigur John.

Hann greiðir frá, at hann valdi at gevast í starvinum í 2012 og at fara undir lesnað á All Nations bíbliuskúlanum. Her var tað, at hann og Birita seinni møttust.

– Mín áhugi fyri Japan kom í 2008, tá ið eg var í feriu har. Eg hugsaði, at tað fór bara at vera ein feria. Men meðan eg var har, legði Gud mær eina neyð fyri fólkinum í Japan á hjarta. Har búgva 127 milliónir fólk, og av teimum eru 0,5% kristin. So tað rakti meg, og tað hvarv ongantíð, eftir at eg hevði verið har. Eg væntaði, at eg fór at fara í stutttíðarmissión. Men Gud kallaði meg til fulltíðartænastu, og hann hevði lagt mær japanska fólkið á hjarta, so tað var einfalt, at eg mátti útbúgvast í bíbliuskúla, sigur John.

 

Eitt stórt stig

Birita hevur verið virkin í missión ymsastaðni. Fyri nøkrum árum síðan var hon í Spania við OM, og hon hevur eisini verið virkin í stutttíðarmissión aðrastaðni.

– John hevur følt eitt øgiliga sterkt kall til Japan, men eg var meira opin. Hjá mær er tað nakað, sum er vaksið við tíðini, hetta kallið til missión. So tá ið eg fór á All Nations bíbliuskúlan í 2013, tá legði eg av álvara merki til, at hetta var nakað, sum Gud ynskti av mær. Eg var øgiliga opin tá, men inntil tá hevði eg meira hugsað um stutttíðarmissión, sigur Birita.

Hon greiðir frá, at tað ikki var fyrrenn hon kom á skúlan, at Gud byrjaði at tosa við hana um langtíðarmissión.

– Í byrjanini var tað so, at John hevði hetta sterka kallið til Japan, men eg hevði ikki nakað ávíst stað, sum eg hevði kall til. Eg hevði tó ikki hugsað um Japan. Tað var ikki fyrrenn vit møttust, og hann snakkaði um Japan, at eg byrjaði at vera opin fyri tí. So bóðu vit øgiliga nógv fyri tí fyri at skilja, hvat Guds ætlan var fyri okkum í missión og sum par. So tað var ein tilgongd, sum tók hálvt ár ella meira enn tað. Men vit kendu á okkum, at tað var tað, sum Gud ynskti, og vit valdu at taka tað stigið, greiðir Birita frá.

 

Fýra góðkenningar

– Tá ið vit møttust, hevði eg verið við OM, og John var longu partur av og á veg til Japans við einum felagsskapi, sum eitur OMF. Tað er ein felagsskapur, sum hevur Eysturasia sum fokusøki. Tað er so felagsskapurin, sum vit eru við, og vit verða send út við honum og koma at arbeiða í Japan. Av tí at eg eri úr Føroyum, og OMF ikki virkar í Føroyum, samstarva vit við OM í Føroyum, sum soleiðis er okkara føroyska bakland, sigur Birita.

Tey greiða frá, at OMF krevur, at tey, sum verða send út, fáa fýra góðkenningar, og tað er, at OMF skal góðtaka tey sum umsøkjarar, at Japan skal góðtaka tey, at tey skulu hava eina læknaliga góðkenning, og so skulu tey hava ein ávísan fíggjarligan stuðul.

– Sum nú er, hava vit fingið tríggjar tær fyrstu góðkenningarnar, og vit mangla bara ta fíggjarligu, og tað er væl á veg. Vit hava freist til 4. september. Um vit hava fingið góðkent tað fíggjarliga til tá, so fara vit fyrstu viku í oktober. Um ikki, so fara vit aftaná jól, siga tey.

 

Ein góð tilgongd

– Eg byrjaði mína tilgongd hjá OMF í 2013, tá ið eg søkti. Men vit máttu søkja av nýggjum, tá ið vit søktu sum par. So tað byrjaðu vit mitt í tí fyrsta árinum, vit vóru gift, tíðliga í 2016. So tað hevur tikið drúgva tíð, sigur John.

– Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss, nógv, sum skal kannast. OMF vil hava alt at vita, og tey eru varin við, hvønn tey góðkenna, og at tey eru væl fyrireikað. Tað hevur verið ein góð tilgongd fyri okkum. Tað fyrireikar okkum, og vit búnast av tí. Tey eru við allan vegin frá kalli til gerning, leggur Birita aftrat.

Fíggjarligar stuðlar hava tey úr Norðurírlandi og Føroyum, og so hava tey eisini nakrar ymsastaðni úr heiminum.

– Tað hevur verið undurfult, tí fólk, sum vit ongantíð hava hoyrt um, stuðla okkum. Tað er sera stimbrandi. Tað fyrsta, sum vit fara at gera í Japan, er, at vit í tvey ár fara at læra mál og mentan. OMF hevur eina málmiðstøð í Norðurjapan, og har verða vit at byrja við og fara at virka við í eini kirkju har. Tað er ikki avgjørt enn, hvar í Japan vit vera eftir tað. Vit fara í fyrsta umfari í fýra ár, og síðan er ætlanin at koma heim í eitt ár, og síðan avstað aftur í fýra ár. Tað er ætlanin, og nú eru vit spent at fara, siga tey bæði.