Til tín, sum biður

“Bøn opnar slúsurnar inn til Guds mikla hav!”
Hetta las eg einaferð á einum bønarlista. Setningurin hevur ikki slept mær síðan.

Gud er ein stórur og máttmikil Gud:

“Hann er fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann” (Róm 10,12).

“Men Gud mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi” (Fil 4,19).

Tað er hendan Gud, Jesus talar um í Fjallataluni í Matt. 5-7.

Í undanfarnu grein tosaðu vit um, hvat bøn ikki er. Nú skulu vit siga eitt sindur um, hvat bøn veruliga er. Vit seta aftur spurningin: – Hvat er at biðja? Tað er hettar, Jesus framhaldandi talar um í Fjallataluni.

Les nú Matteus 7,7-11. 
Jesus sigur her trý týdningarmikil viðurskifti um bøn. Latið okkum taka tað heilt persónligt:

Biðið, so skulu tit fáa!

Bøn er rætturin hjá tí fátæka hjá Gudi. Bøn er biddarans einasti møguleiki. Tú hevur upplivað ríkar tíðir í lívinum. Tíðir við yvirflóð. Tú veitst, hvat ein kristin kann gleða seg um. Og tú hevur ofta fegnast.

LES EISINI  Løgtingi: Ongar ætlanir um at broyta Dýra biðidag

Men tú hevur eisini upplivað tað øvuta. Kent teg turran og fátækan. Veikan og tóman. Okkurt kom skeivt fyri. Okkurt varð mist. Tú hevði tað gott. Men misti alt. Hvussu er støðan í dag? Tað er ein stórur Gud, sum bjóðar inn. Ein, sum veit, hvat tær tørvar. Ein, sum hevur tað, tær tørvar. Hann stendur her fyri at geva.

Tínar hendur eru tómar. Hansara eru naglamerktar. Og fyltar við friði.

Bønin kann broyta tína lívsstøðu.

Leitið, so skulu tit finna!

Tú hevur ofta trilvað í myrkri. Spurt um veg uttan at finna. Tú veitst, at tað bert er ein útvegur. Tú veitst, at tað kann gerast ljóst aftur, men ert framvegis staddur í myrkri. Long tíð er farin. Tú hevur leitað leingi, men leitar framvegis. Tað er Frelsarin, sum talar við teg. Hann, sum kallaði seg sjálvan Vegin og Heimsins Ljós.

Hann veit væl, hvat ið tað er at leita. Er sjálvur ofta á leitingarferð eftir tí kærasta, hann eigur.

Nú eggjar hann teg og sigur: – Tú skal skjótt koma fram! Bønin er loysnin.

LES EISINI  Sum ferðsluljósini

Banka uppá, so skal verða latið upp fyri tær.

Av og á kennist alt stongt. Tú sært onga loysn á trupulleikunum. Einki glopp í støðuni. Einki ljós í tunlinum. Alt er stongt og læst. Av og á kennir tú teg uttanfyri. Útistongdan. Vildi so fegin verið inni í hitanum. Aðrar tíðir kennir tú teg innistongdan. Sum í einum fongsli. Bundin ófrælsur. Tú hevur biðið og rópt. Men eingin svarar. Hevur tú kent tað soleiðis? Tað er Jesus, sum talar.

Lyklapersónurin í øllum tínum stongdu umstøðum. Hann sær teg. Hann hoyrir títt róp. Hann veit, hvar tú ert staddur. Og hvat ið hendir aftanfyri stongdar dyr.

Tað nyttar at biðja! Kanska hann júst nú er um at taka í handtakið á hurðini?

Bið! Leita! Banka uppá! Frálíkur boðskapur til tín, sum biður!

 

Til umhugsanar…

– Bøn opnar slúsurnar inn til Guds mikla hav:
Hvat tørvar tær mest í dag?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina