Tilmelding til summarlegur letur upp í morgin 8.4.22

Gleði tykkum. Nú nærkast av álvara!!!

Frá í morgin, fríggjadagin 8.4.2022 kl..18.00 at rokna letur tilmeldingin upp og tá verður tað gjørligt at tryggja sær pláss her í summar.
Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding.

Vit kunnu gleðast um aftur í ár at kunna bjóða 100 tals børnum á legu við øllum tí, sum hetta inniber av upplivingum, stuttleika, góðum felagsskapi, virksemi, aktivitetum, spølum o.a.

Tað verður sjálvandi aftur í ár høvi at keypa slikk í kioskini.

Legurnar kunnu fyllast skjótt, so tað ræður um at sita klár/klárur.

Hetta eru legurnar sum verða í summar:

2-5 flokkur, Sørvágur 24.-28. juni  

2-5 flokkur, Porkeri 27. -30. Juni  

2-3 flokkur, Nesvík 24.-28. juni  

3-4 flokk, Nesvík 30. juni til 4. juli  

4-5 flokkur, Nesvík 7-11 Juli  

6-7 flokkur, Nesvík 15-19 juli  

Kostnaðurin fyri legurnar:
750,- Nesvík og Sørvágur
645,- Porkeri

Systkinaavsláttur.
2 systkin fáa 45 kr. í avsláttri hvør.
3 systkin fáa 85 kr. í avsláttri hvør

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina