Tilmeldingin til summarfamiljuleguna er latin upp

Í døgunum 23.-26. juli verður summarfamiljulegan í Leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri. Evnið á leguni í ár er “og læra tey…”, út frá hesum evninum eru tveir áhugatímar sum Gerhard Mikkelsen kemur at undirvísa okkum í.

Luttakararnir kunnu vænta sær nakrar hugnaligar dagar, har nógv verður gjørt burturúr, at foreldur og børn kunnu stuttleika sær saman, saman við góðari frálæru. Sum allar aðrar summarlegur, fer tekningin fram á mission.fo/tilmelding.

Prísirnir fyri leguna eru 1.500 krónur fyri hjún, 1.700 krónur fyri hjún við einum barni, 1.900 krónur fyri hjún við tveimum børnum, og 2.100 krónur fyri hjún við trimum ella fleiri børnum

Støk rinda 800 krónur, støk við einum barni rinda 1.000 krónur, støk við tveimum børnum rinda 1.200 krónur, støk við trimum børnum rinda 1.400 krónur, støk við fýra børnum rinda 1.600 krónur, og støk við fimm børnum ella fleiri rinda 1.800 krónur. Hevur ein gestabarn við sær (børn afturat sínum egnu), rindar ein 200 krónur fyri hvørt.

LES EISINI  Fá pláss eftir á familjuleguni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina