Tingini verða loyst

– Vit eru átta systkin, og eg eri nummar fimm. Tann elsta systirin tá var um 18-19 ár og búði niðri, tá ið foreldrini doyðu. Mostir mín og maðurin komu til Havnar. Tey gjørdu tað, at barnaheimið ikki bleiv selt. Man visti ikki ordiliga, hvussu man skuldi gera. Tað sótu átta børn við einum heimi, og hvat ger man?

Brandur Petersen í Klaksvík er 56 ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal misti hann foreldrini í eini ferðsluvanlukku, og tá ið hann var tjúgu ár fekk varð hann sjúkur av morbus becheterew. Hesar báðar hendingar í lívinum hava havt stóra ávirkan á, hvussu lívið hevur lagað seg.

Steðgaður av sjúku

Hann greiðir frá, at sjúkan er soleiðis, at tú boyggir teg eitt sindur frameftir, so at tú hevur tað nøkulunda. Men so fært tú aftur ilt og fert longur frameftir.

– Til endans blívur alt fast, og so fært tú ikki rættað teg uppaftur. Tað gjørdi, at eg hevði eina sovorðna pínu, at eg var noyddur at gevast at sigla. So eg lá á sjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, haldi eg, og so til hús, og so aftur á sjúkrahúsið. Eg haldi, at tað gingu eini fýra ár frá tí, at eg mátti gevast at arbeiða, til man fann út av, hvat mær feilti.

 

Les alla samrøðuna í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin.