Triðja krossarorðið
Triðja krossarorðið er: “Kvinna, har er sonur tín!” – “Sí, har er móðir tín!” Jóh. 19,26-27
Tað er okkurt vakurt og sterkt yvir hesum orðum. Jesus vísir umsorgan fyri mammu síni. Á ein hátt tekur hann frástøðu frá henni. Á krossinum er hann ikki sonur hennara. Har er hann bara Guds sonur. Tað er Guds sonur, sum skal doyggja á einum krossi fyri allar heimsins syndir. Og kortini vísir hann henni umsorgan, hann er jú góður við hana.
“Kvinna, har er sonur tín!” Hjá Mariu mundu tímarnir á Golgata vera ein ótolandi pína. Hon upplivir her, tað sum gamli Símeon hevði profeterað, stutt eftir Jesu føðing: “Eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum.” Luk. 2,35. Jóhannes, tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði, stóð undir liðini á henni at stuðla og hjálpa henni. Tað er, tá ið Jesus sær hesi bæði við krossins fót, at hann kemur við bíbliuteksti okkara.
Tað er ikki nakað niðrandi í tí, at Jesus kallar hana “kvinna”. Tað greiðir bara frá tí sambandi, sum hon nú má koma í mótvegis honum. Jesus má eisini gerast Frelsarin hjá Mariu! Nú er hon ikki mamma hansara, men “kvinnan” Maria, sum Jesus við stórari umsorgan letur upp í hendurnar á tí lærusveininum, sum hann hevði elskað so høgt!
Einaferð fyrr hevði Jesus verið noyddur at víst hana burtur við hesum orðum: “Hvør er móðir mín, og hvørjir eru brøður mínir?”
So peikaði hann á lærusveinar sínar og segði: “Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir!” Matt. 12,48-49. Ta ferðina varð Maria sett uttan fyri Jesu nærmasta skara. Her við krossin sleppur hon uppí.
Við krossin verður ein nýggj familja borin í heim. Við krossin streyma kærleiki, hiti og umsorgan til eina heila verð. Øll verða roknað uppí!
Teksturin er ein av teimum seinastu, har vit møta Mariu. Tað er ringt at skilja, hvør pína tað man hava verið fyri hana at síggja egna son sín verða krossfestan. Hugsast kundi, at hon ikki hevði orkað at komið, og at hon bara hevði bíðað burturfrá, so at hon slapp undan at síggja líðingarnar hjá soni sínum. Mong mundu havt samkenslu við henni í einari slíkari støðu og skilt eitt slíkt val.
Men Maria kom og varð standandi undir krossinum hjá soni sínum. Maria tók kross sín upp og varð standandi við krossin og undir krossinum. Hon flýddi ikki! Hon hevði ongar aðrar staðir at fara enn til krossin! Hon speglar egnu líðing sína í teirri líðingini, sum Guds sonur hevur gjøgnumlivað fyri hana.
Tað slepst ikki undan líðing her í lívinum. Vit hava øll okkara, sum vit mugu fara ígjøgnum. Og summi fáa meir enn onnur. Besta staðið at fara við pínu síni er til Jesu kross!
Evangeliini nevna ikki Mariu eftir Jesu uppreisn. Men í Ápostlasøguni hoyra vit: “Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og brøðrum hansara.” Áps. 1,14.
Maria valdi samfelag teirra heilagu og bønina! Er tað ikki flott! Maria fekk kraft at fara víðari í lívinum. Hon gjørdist partur av Guds familju, tí familju, sum byggir á tað, Jesus hevur gjørt á krossinum.
Sten Sørensen.
Effie Campbell umsetti.