Tríggjar mánaðir við Logos Hope

Jonleif Danielsen í Runavík fer næstu tríggjar mánaðirnar at vera volontørur við Logos Hope. Hann mynstrar á Curacao í dag og verður umborð til juli. Hann greiðir frá, at hann fær fyri at tæna og fyri at fáa áfylling.

Jonleif fór úr Føroyum mánadagin, og hann mynstrar umborð á Logos Hope á Curacao í dag. Í morgin, skírhósdag, fer Logos Hope til Bonaire, sum er nakað eystanfyri Curacao. Eftir tað gongur leiðin til Aruba, síðan Jamaica, og í juli mánaði, tá ið hann mynstrar av, er Logos Hope komin til Bahamasoyggjar.

Hann fer við Logos Hope á STEP program í tríggjar mánaðir.

– Tá ið man kemur uppá handan mátan, at man er stutta tíð, so fær man avlopsuppgávur. Tað kann vera bókasøla, uppvask, viðlíkahald ella annað. Eg havi sagt, at eg eri timburmaður, og um tey hava brúk fyri tí, so geri eg tað.

Hann greiðir frá, at tey, sum eru við uppá henda mátan, fylgja eini undirvísing.

– Vit eru eitt hold uppá 40 fólk, har vit hava okkara tænastu hvønn gerandisdag, leygardag fara vit út, og sunnudag hava vit frí, og tá fara vit vanliga í ta lokalu kirkjuna.

 

Fer fyri at fylla á

– Tað er ein gamal dreymur. Ein vinmaður var fyri 15 árum síðan við Logos II, og tað hevur altíð ljóðað spennandi at farið. Tað hevur verið ein dreymur, sum hevur verið afturvendandi í eina tíð. Eg havi hugsað, um eg skuldi fara ella ikki. Men í desember segði eg, at eg fari. Eg kundi farið í januar, men tað bleiv ov knapt at leypa frá øllum forpliktilsum.

Hann greiðir frá, at hann hevur havt alt ov nógv at gjørt í longri tíð, og at hann tí hevur tørv á at fylla á. Seinastu árini hevur hann verið formaður í Landsungdómsnevndini hjá Heimamissiónini, og tí tænastuni fór hann úr í heyst.

– Tað hevur verið ein hørð tíð, men tað hevur samstundis verið spennandi, tí man hevur sæð so ótrúligan vøkstur, bæði í tali, men serliga andliga. Tað hevur kostað mær nógv, og eg føli eitt sindur: Hvat nú? Men tað hevur verið spennandi, og eg angri ikki eina løtu í tí. Men tað hevur havt sín prís fyri meg, og tí fari eg avstað fyri at fylla á.

Hann heilsar við orðunum úr Fjórðu Mósebók 6,24-26: “Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón tína yvir teg og gevi tær frið!”