Trúboðin eftirlýsir:

Hevur tú gamlar upptøkur av møtum liggjandi, vil Trúboðin fegin hoyra frá tær.

Tað kann til dømis vera á kassettubondum ella privatar filmsupptøkur. Vit vilja fegin sleppa at almannakunngera upptøkurnar á Trúboðanum, og at tann hátt boða gleðiboðskapin og samstundis tryggja, at vit varðveita upptøkurnar í framtíðini.

Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur myndir ella søguligar frágreiðingar, sum ikki frammanundan er almannakunngjørdar. Set teg í samband við Carsten Fonsdal Mikkelsen á telefon 535332, ella send ein teldupost til trubodin@mission.fo