Trúboðin fingið stórfingna gávu frá donskum grunni
Danski grunnurin BorgFonden hevur stuðlað Trúboðanum peningaliga. Henda fantastiska gávan á ikki minni enn 250.000 krónur ger tað møguligt hjá Trúboðanum at keypa nýggja útgerð til eitt farbart sjónvarpsstudio. Nú biðja vit tykkum um at hjálpa okkum við teimum síðstu pengunum.
– Vit hava leingi hugsað um, hvussu vit kunnu fáa evangeliið út til fleiri fólk við at økja um framleiðsluna av filmsbrotum. Tá stórur partur av missiónarbeiðinum steðgaði upp í mars mánaða, bleiv tað brádliga enn meir umráðandi at leggja dent á filmsbrotini. Vit høvdu bara ikki nóg nógva útgerð. Tað fortelur trúboðarin, Carsten Fonsdal Mikkelsen. Hann hevði hoyrt um ein grunn í Danmark, ið stuðlaði kristiligum endamálum. Tá hann spurdi grunnin, um tað bar til at senda teimum eina umsókn úr Føroyum, fekk hann eitt sera positivt svar: – Tað gleðir okkum at hoyra um tykkara samfelag, flottu náttúru, mentan og tykkara kirkjuligu virksemi og ávirkan á Ríkisfelagsskapin, skrivaði stjórin í BorgFonden, Johannes Nordgaard Mortensen, sum legði dent á, at tey tóku móti umsóknum úr øllum ríkisfelagsskapinum.
– Tað er jú eingin loyna, at vit hava nógvar lesarar, meðan tað eru færri, ið stuðla okkum peningaliga. Vit hava avgjørt brúk fyri, at fleiri byrja at geva Trúboðanum eina fasta gávu, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen, ið er glaður um at BorgFonden vildi hjálpa og gleðir seg til at nýta heilar 250.000 krónur at menna Trúboðan við.
– Hóast vit hava fingið sera nógvar pengar, so manglar okkum enn eitt sindur fyri at kunna keypa útgerð, sum kann halda í fleiri ár – sum vit fegin ynskja okkum. Í alt skulu vit samla 50.000 krónur afturat, og vit hava skund. Tað eru nevniliga góð byrjunartilboð upp á útgerðina beint nú, og tí skulu vit keypa tað áðrenn tann 29. juni. Annars hækkar prísurin sera nógv. Vit vóna tí, at okkara lesarar eisini vilja stuðla okkum við antin at stuðla niðanfyri, ella við at senda pening á kontu 6460-112.546.1 og viðmerkja “Sjónvarpsstudio”.
– Vit hava nógv góð hugskot, hvussu filmsbrot kunnu hjálpa okkum at breiða evangeliið út í Føroyum. Nú vóna vit, at tað eru mong sjálvboðin við áhuga fyri Live stroyming, ið vilja bjóða seg fram at hjálpa. Vit hava bæði tørv á fólkum við áhuga fyri tøknini og nøkrum, ið vilja standa framman fyri skermin sum til dømis kjakvertir. Um onkur hevur ein sjónleikara í búkinum, hava vit eisini nøkur hugskot, hvussu vit kunnu brúka tykkum, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen at enda.