Trúgv er álit og álit er trúgv.

”Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt!” Áps 16,31

Tá ið tosað verður um kristna trúgv, er tað neyðugt at minna á, hvønn tann kristna trúgvin trýr á. Ein kristin trýr sjálvandi á Gud. Tað gera jødar og muslimar eisini, men teir eru ikki kristnir av teirri grund.

Sonn og livandi kristintrúgv er altíð ein Kristus-trúgv, Jesus-trúgv ella trúgv á Jesus.

Sonn kristintrúgv gevur eitt livandi samband við Jesus og er tengd at hesum sambandi.

Tá tað nú verður so kraftiga undirstrikað, at sonn kristintrúgv altíð er ein Jesus-trúgv, hvat vil tað so siga, at vit trúgva á Jesus? Tað vil stutt og greitt siga, at tú hevur álit á Jesusi, hevur álit á, at hann er tann, sum hann í Bíbliuni sigur seg at vera.

Trúgv er álit, og álit er trúgv. Ja, men hvussu fært tú álit á Jesus? Vit kunnu eisini spyrja: Hvussu fært tú álit á eitt annað menniskja? Við at læra viðkomandi at kenna, við at vera saman við viðkomandi!

LES EISINI  Trúgv grøðir - Styrk heilsuna

Á sama hátt føðist trúgvin á Jesus. Tað mest umráðandi er ikki at leita eftir trúnni ella eftir einihvørji opinbering, men at leita eftir tí persóni, sum føðir og skapar trúnna, Jesus Kristus. Hetta staðfesta orð Jesu í Matt 7,7: ”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum!”

”Tann, sum leitar eftir ’trúnni’, finnur einki. Men tann, sum leitar eftir Jesusi, finnur hann, og harvið trúnna!” – O. Skarsaune.

Mong menniskju komu til Jesus við neyð síni, og hann hjálpti teimum. Við mong av hesum segði Jesus: ”Trúgv tín hevur frelst teg”, hóast tað ikki altíð varð tosað um trúgv.

Tað, at hesi komu til hansara við neyð síni, var, tí tey trúðu á hann, høvdu álit á honum. Og tað er livandi trúgv, tað er frelsandi trúgv.

Fangavørðurin spurdi: ”Hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?” Paulus svaraði: ”Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt”, Áps 16,31. Gud gævi, hetta eisini hendi tær.

LES EISINI  Alt kunnu vit leggja í Guds hendur

“Eg leit at trúnni, og trúgvin svann,

eg leit at Jesus’,og trúgvin vann.”

Ókendur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina