Trý ár í fangahúsi

Pakistanin Stephen Mashi varð handtikin  tann 11. mars 2019, aftaná at ein muslimskur granni hevði lagt hann undir gudsspottan. Ákæran kom aftaná eitt skeldarí millum Stephen og granna.

Skeldaríið førdi so til, at ein bólkur leyp á Stephen og familju hansara og legði heim teirra í oyði. Tá løgreglan kom á staðið og legði uppí, handtóku teir Stephen fyri gudsspottan ímóti profetinum Muhammed heldur enn hinar. Ákærir um gudsspottan kann føra til lívlanga forngsulsrevsing ella deyðadóm. Aftaná fongsilstíðini er Stephen greinaður sum bipolarur.

31. mai í ár lótu teir Stephen leysan móti at fáa kautión.

”Hetta er ein stórur sigur fyri sannleika og rættvísi,  tí Stephen var í fangahúsi fyri eina brotsgerð, hann als ikki hevði framt. Hann varð handtikin í støði frá følskum vitnisfrágreiðingum. Vit ætla at halda á fram við hesum arbeiði, so hann kann verða funnin ósekur og sleptur leysur,” sigur sakførarin hjá Stephen til tíðindamiðilin, Fides.

Kristin, ið fyrr eru vorðin frífunnin fyri gudsspottan, hava verið noydd til at flýggja úr Pakistan. Í 2019 flutti Asia Bibi til Kanada, og í 2021 flýddi Shagufthah Kausar til Evropa. Teir hava báðir verið ákærdir fyri gudsspottan og eru vorðnir fríkendir í Pakistan.

Fram til henda dag er ongin teirra enn
Kelda: Open Doors

Biðið fyri Pakistan

  • Biðið um, at Stephen Mashi og familia hansara kunnu verða tryg.
  • Biðið um, at sátt og semja kann finnast millum kristin og muslimar.
  • Biðið um, at kristin í Pakistan kunnu halda frast um teirra trúgv
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina