Tryggur hóast illa sjúkur av krabba
Orðsøkin til endurútgeving.
Berin hevði landsinnsavnan í KVF sunnukvøldið 5. mars.
Berin er hjálparfelagsskapur hjá børnum, sum hava mist ella sum hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin. Eisini hjálpir Berin foreldrum, sum hava mist barn.
Í sendingini vóru nógv góð innsløg, sum vístu á arbeiðið hjá Beranum. Vit sóu hugnaligu hølini, har børn og ung samlast til bólkaprát, vit sóu børn og ung, sum greiddu frá, hvørja hjálp tey høvdu fingið gjøgnum Beran.
Eisini vóru tvey fólk heiðrað fyri teirra ósjálvsøknu hjálp, tá ið neyðin hjá sjúklingi og avvarðandi leikaði á. Fyrsti, sum bleiv heiðraður, var Gunnar Mohr. Grundgevingin var, at hann hevði lisið grein í Trúboðanum um lívssøguna hjá Bergi í Garði. Har hevði Bergur nevnt, at hann, vegna sína sjúku, ikki megnaði at koma út í fjøllini longur. Heilt spontant og uttan at teir báðir, Gunnar og Bergur, kendust, fór Gunnar, sum átti eitt spakt ross, á gátt hjá Bergi og bjóðaði honum túr á rossabaki.
Hetta til mikla gleði bæði fyri Berg og familju hansara.
Innslagið er at finna á kvf.fo og byrjar umleið 46 minuttir inni í sendingini
Greinin stóð á prenti í Trúboðanum 18. mai 2011
Frants Jensen skrivaði greinina
Tryggur hóast illa sjúkur av krabba
“Hetta vóru eini sera tung boð. Hvat hendir, veit eg ikki. Eg ynski, í hvussu er, at brúka tíð saman við familjuni,” sigur Bergur í Garði.
Stutt fyri jól fingu Bergur og familjan tey tungu boðini, at viðgerðin ikki hevði hjálpt, og sum støðan var, kundu læknarnir ikki gera meir. Stutt sagt, hann var uppgivin av læknunum.
Mundi siglt av
Tað var móti jólum í 2006, at Bergur fyrstu ferð gjørdist sjúkur av krabba. Hann fekk staðfest krabba í endatarminum. Fyrst fekk hann stráluviðgerð í Íslandi. Síðani varð hann skurðviðgjørdur her í Føroyum triðja jóladag, men tað vísti seg tó, at sjúkan hevði spjatt seg og var farin í livrina. Hann fór til Ullevål sjúkrahúsið í Oslo, har hann varð kannaður nærri, og í mars 2007 vórðu 70 prosent av livrini tikin.
“Tað var ein sera álvarsom støða, og eg mundi siglt av. Eftir skurðviðgerðina kom ikki gongd aftur í øll gøgnini, men eftir einum samdøgri byrjaðu tey spakuliga at virka aftur,” sigur Bergur. Hóast heili 70 prosent av livrini vóru tikin, so hevði tað ikki so álvarsliga ávirkan fyri livrafunktiónina, tí at livurin veksur út aftur.
Jól á Hotell Tórshavn
Eftir skurðviðgerðina í 2007 var Bergur settur í kemoviðgerð og hann var eisini regluliga til kanningar. Tá ið komið varð út á heysti 2008, sóu læknarnir nakað á øðrum lungunum. Stutt fyri jól varð hann skurðviðgjørdur í Oslo. Eitt petti av øðrum lunganum varð tikið.
Samstundis sum hann og konan eru í Oslo, er sonur teirra Cristian, sum búði í Keypmannahavn, brádliga vorðin sera sjúkur av menigites.
Kona Bergur, Mary, fór í skundi til Keypmannahavnar og vakti yvir soninum í trý døgn, og nakrar dagar seinni, lítlajólaaftan, tá ið Bergur var so frægur, fór hann saman við fylgi eisini til Danmarkar at vera saman við soninum og konuni.
“Læknarnir søgdu okkum aftaná, at tað var í allar síðstu løtu, at Cristian kom á sjúkrahús. Um hann hevði komi eitt sindur seinni, høvdu teir ikki megnað at bjargað honum,” sigur Bergur.
Jólini hetta árið vóru hildin á Hotell Tórshavn í Keypmannahavn.
“Tað vóru eini sera tung jól,” sigur Bergur.
Tung boð
Bergur helt á at ganga til eftirlit, og á vári 2010 síggja læknarnir okkurt á hinum lunganum. Bergur fer aftur í kemoviðgerð.
Úrslitið er tó ikki, sum læknarnir vóna, og stutt fyri jól fær Bergur tey tungu boðini, at teir kunnu ikki viðgera hann meira.
Tað vóru eini sera tung boð at fáa. Men tá ið eg hevði verið ígjøgnum so nógv áðrenn, so var eg onkursvegna fyrireikaður, at hesi boðini kundu koma, sigur Bergur.
Krabbin er framvegis í lungunum, men í løtuni fær Bergur ikki nakra viðgerð. Hann er tó til regluligt eftirlit. Hvussu gongdin verður, kunnu læknarnir heldur ikki siga nakað um.
Misti hárið
Hóast sjúkur av krabba, kennir Bergur seg hampiligt til passar, tó at dagarnir kunnu vera eitt sindur ymiskir. Hann arbeiðir hvønn dag í Mentamálaráðnum, har hann hevur starvast seinastu knøppu fimm árini. Men hann kann eisini passa arbeiðstíðirnar eftir, hvussu hann er fyri.
Tann fyrsti tímin um morgunin er ofta tann truplasti. Tá orki eg minst, men ofta er betri út á dagin.
Bergur hevur eisini havt hjáárin av teimum viðgerðum, ið hann hevur fingið. Millum annað misti hann hárið.
Tá ið drotningin var í Føroyum, høvdu vit eitt hald á botninum á Norðoyatunlinum. Sama kvøld, eg kom suðuraftur til Havnar, tók eg hondina í hári og tað datt næstan alt av, sigur hann.
Kemoviðgerðin hesaferð hevur tó ikki ávirkað á tann hátt, at hann hevur mist hárið.
Ætlar aftur upp á onkran fjallatind
Eitt av stóru frítíðarítrivunum hjá Bergi hevur verið at ganga í náttúruni og upp á fjallatindar ymsastaðni kring landið. Hann hevur gingið einsamallur og saman við øðrum. Men seinastu tíðina hevur hann ikki megnað tað.
“Eg havi sett mær fyri at koma upp aftur á onkran fjallatind í summar. Tað fer nokk ikki at ganga so skjótt, sum tað hevur gjørt fyrr, men eg vóni at klára tað,” sigur Bergur.
Gleðist um tað smáa
“Tá ið ein gerst sjúkur, fær ein eitt annað perspektiv upp á tilveruna. Eg taki ein dag í senn og eri glaður fyri, at eg fái loyvi at uppliva hann. Eg havi annars altíð havt nógv á skránni, og eg kundi eisini fari at hugsað, at eg ongantíð komi at uppliva tað, sum eg kundi hugsað mær. Men soleiðis hugsi eg ikki. Eg njóti heldur tað, ið eg fái loyvi at uppliva,” sigur hann.
“Tá ið eg hevði heilsuna, tók eg tað mesta sum eina sjálvfylgju. Nú gleðist eg um tey smáu tingini, tað, ið hoyrir gerandisdegnum til.”
Hann er glaður fyri, at hann hevur klárað at farið til arbeiðis og av tí sama verið millum fólk hetta hevur verið honum ein sera góður stuðul.
“Vit hava verið opin um sjúkuna, og tað hevur hjálpt okkum. Men hinvegin, sjúkan er har, og tankarnir eru har alla tíðina. Tað er ein dagligur fylgisveinur,” sigur Bergur.
Lærdi nógv av pápanum
Bergur vísir á, at nú sjúkan hevur rakt hann, kennir hann seg hóast alt tryggan, tí hann hevur eitt grundarlag at byggja á, sum er gudstrúgvin. Hann vísir millum annað á ávirkanina, pápin, Edmund í Garði, hevur á hann og systkini barnaárini á Strondum.
Pápi myndaði okkum nógv og eg vil siga á tann góða háttin. Sjálvur var hann tengdur at Gudi. Hann hevði tað týdningarmikla frammi, kristnu trúnna og boðskapin um frelsu og náði og vónina um tað æviga lívið. Eg haldi eisini, at hann var rættiliga frísinnaður. Hann var eisini væl lisin, og vit fingu ein góðan førning og nógv góð virði við okkum, sigur Bergur, sum eisini vísir á, at mamman hevði fleiri av somu virðum at bera teimum.
Nógv gott í sálmunum
Bergur var sum ungur eitt ár á bíbliuskúla í Staffeldsgate í Oslo. Har var hann á tónleikalinjuni. Hann spælir bæði orgul og klaver, og fyri nøkrum árum síðani stjórnaðu hann og Petur Steingrund manskórið í Meinigheitshúsinum í Havn.
“Sangur og tónleikur hevur altíð havt nógv at týða fyri meg. Nú eri eg farin at lurta meira eftir teimum sangum og sálmum, sum vit lærdu sum børn. Eg havi eisini ein alsk til teir norsku sangirnar og sálmarnar. Tað er so nógv gott í teimum,” sigur Bergur.
Meðan Bergur sum ungur las í Keypmannahavn, var hann eisini saman við øðrum við til at byrja føroyska leikmansarbeiðið í Elias-kirkjuni.
Lagt alt í Harrans hendur
Tann tryggleika, ið hann hevur í kristnu trúnni, ynskir Bergur eisini at halda fast við.
“Eg havi lagt alt í Harrans hendur, og eg livi tryggur við støðuna, at tá er alt í bestu honum. Tað er ikki soleiðis, at eg havi trongd til at leita upp læknar ella heilivág, ið møguliga kunnu hjálpa. Eg vil heldur nýta orkuna saman við familjuni,” sigur Bergur.