Tú, eg og felagsskapurin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvussu raðfylgjan enn er, so standa vit øll somul í eini relatión hvør til annan.

Sum ein av fleiri eru vit í mongum førum partur av eini størri eind. Sum menniskju  skulu vit í fyrstu atløgu æra faðir og móður og frá hesi kjarnaeind hava vit eisini lut í ymiskum øðrum felagsskapum.

Hava vit ein hjúnafelaga, so er okkum álagt at elska og æra og við áminningini, eiga vit eisini at vísa virðing fyri teimum myndugleikum, ið vit virka undir og ikki bert hugsa um okkum sjálv.

Tað er sum einstaklingur, at eg við trúnni á Jesus fái lut í syndanna fyrigeving. Í hesum frælsi fái eg loyvi at liva uttan fordøming – tí nú livir Kristus í mær. Hetta er nærum ov stórt fyri tankan, og tó veruligt fyri hjartað, og júst tí kunnu vit ikki tiga við tí dýrabarasta, vit eiga.

Tann eini sanni Gud, ið ein og hvør kristin dagliga og natúrliga eigur at æra, gav einborna son sín til tess, at vit ikki skulu glatast, men hava ævigt lív. Hann gav okkum eisini boð um at elska okkara næsta, og tí koma vit ikki uttanum relatiónina ímillum Gud og meg og síðani næstan og meg.

Sum menniskju eru vit, hvør í sínum lagi, einstaklingar, og uttan mun til førleikar eru vit øll somul dýrabar og skapað í Guds mynd. Sum kristin eri eg eisini partur av eini nógv størri eind, ið vit kalla Kristi likam.  Um onkur tykist sjónligari enn annar, so eru vit tó, sum kristin á sama likami, og vit hava øll tørv hvør fyri øðrum.

Úr hesi bíbilsku fatanini av tilveru menniskjans eiga vit at seta rannsakandi spurningar til okkara egna livihátt í 2016. Livi eg bara fyri meg sjálvan sum kristin? Raðfesti eg bara út frá egnum tørvi? Og so framvegis.

Jú, spurningarnir eru mangir og til tíðir eisini avbjóðandi, men tað er í felagsskapinum, at vit sum rørsla standa sterk. Søguliga sæð, hava mong lyft í felag, men hvussu er støðan í dagsins tíðarráki?

Vilja vit sum einstaklingar veruliga raðfesta missiónsarbeiðið – eisini landsarbeiðið? Vilt tú tæna? Vilt tú til dømis lata eina fasta gávu til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík?

Slíkir spurningar fáa okkum at umhugsa støðuna. Frá umhugsni taka vit síðani tilvitaða støðu, og haðani avspeglast so okkara egnu raðfestingar í felagsskapinum.

Í missiónsarbeiðinum eru tíbetur mangir glottar at sjá, og vilja vit, sum einstaklingar og rørsla, av heilum huga arbeiða fyri upplæring og veking ímillum okkara fólk, so mega vit sáa ríkiliga, um vit skulu vænta okkum vøkstur frá Gudi.

Bæði eg og tú hava eina ábyrgd fyri missiónsarbeiðinum, og eins og vit hava ábyrgd fyri góðum kørmum, so hava vit eisini ábyrgd fyri góðum innihaldi. Latum okkum tí eftir besta førimuni gera Jesus kendan, so onnur eisini kunnu gerast partur av likami Krists.

Við ynski um gott summar, vil eg eggja øllum at biðja fyri summarlegunum og útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík.