Tú hevur fingið eina náðigávu
“Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guds margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guds orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Gud gevur, til tess at Gud má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen” (1 Pæt 4,10-11).
Heilagi Andin hevur nógvar uppgávur:
- Hann skal greina Bíbliuna fyri fólki.
- Hann skal sannføra menniskju um synd.
- Hann skal gera Jesus stóran og dýrmætan hjá hjørtunum.
- Hann vil fylla, evna og leiða okkum í kristnilívinum.
- Hann vil gera tey kristnu búgvin til tænastu fyri Gud í gerandisdegnum.
Hetta er tað síðsta, Pætur skrivar um í bíbliubrotinum omanfyri. Gud vil gera okkum búgvin til tænastu. Og útbúnaðin kallar Bíblian “náðigávur” ella “tær andaligu gávurnar”.
1. Hvat er ein náðigáva?
Ein náðigáva merkir tær gávur ella funktiónir, sum tann einstaki kristni hevur fingið fyri at tæna Gudi í heiminum.
2. Hvar í Bíbliuni stendur um náðigávurnar?
Tað er Paulus, sum í Bíbliuni skrivar mest um náðigávurnar. Men eisini Pætur nevnir tær í øðrum av sínum brøvum. Fýra kapitlar eru serliga týdningarmiklir: Rómverjabrævið 12; Fyrra Korintbræv 12; Efesusbrævið 4 og Fyrra Pætursbræv 4. Annars er líknilsið um talentirnar í Matteusi 25,14-30 nógv brúkt um náðigávurnar.
3. Eru natúrgávur og náðigávur tær somu?
Nei. Natúrgávur eru gávur og eginleikar, sum vit hava við okkum frá føðingini. Náðigávur er tann andaligi útbúnaðurin, sum Gud gevur teimum, sum blíva fødd av nýggjum. Øll menniskju hava natúrgávur. Bara tey kristnu hava náðigávur.
4. Hvussu mangar náðigávur eru?
Her gevur Bíblian ikki upp eitt neyvt tal. Sum likamið hevur mangar ymiskar limir, hevur Guds meinigheit mangar ymiskar náðigávur.
Fyrra Pætursbræv 5,10-11 skilir millum talugávur og tænastugávur. Nøkur eru í boðanartænastuni. Onnur eru meira verkliga sinnað.
5. Hava øll kristin eina náðigávu?
Ja, øll hava fingið eina náðigávu, skrivar Pætur. Tey kristnu eru sum limir á Kristi likami, og hvør einstakur limur hevur eina ávísa funktión. Øll kristin hava fingið eina náðigávu, sjálvt um øll ikki brúka hana. Nøkur “blindgøgn” eru ikki á Kristi likami. Tað er ein fremmandur tanki hjá Bíbliuni, at summi kristin skulu vera ónýtilig hjá Gudi. Summir limir kunnu harafturímóti hava fleiri funktiónir. Soleiðis kunnu kristin menniskju á sama hátt hava fleiri náðigávur.
6. Hvussu gerst ein greiður um sína náðigávu?
Mong eru ikki varug við, hvørja náðigávu tey sjálv hava. Einstøk hugsa ikki so nógv um hetta. Hjá øðrum er tað ein trupulleiki.
Hvussu gerast varugur við sína egnu náðigávu?
- Tað er væl gjørligt at tæna Gudi, uttan at vita hvørja náðigávu ein hevur.
- Samanhangur er millum náðigávu og uppgávu. Summi gerast varug við sína náðigávu við at fara inn í eina ávísa uppgávu. Royn og kom fram til eina uppgávu í Guds ríki, sum hóskar til tín. Og vita, hvat ið hendir.
- Bið Gud um at gera tað greitt. Bønarvegurin er til góða hjálp eisini her.
- Lurta eftir, hvat onnur siga um teg. Tey síggja ofta betur enn tú sjálvur, hvar tú virkar best í tænastuni fyri Gudi.
Til umhugsanar…
Les Rómverjabrævið 12 og Fyrra Korintbræv 12 – tveir av kapittlunum um náðigávur í Bíbliuni.
Finnur tú her eina náðigávu, sum tú heldur, tú sjálv/ur kanst hava?
Finnur tú her eina náðigávu, tú kanst hugsa tær at biðja Gud um at fáa?
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi