Tú mamma, bið, fell ei í fátt
Her er ein sangur um og til biðjandi mammur.
- Tú mamma, bið, fell ei í fátt,
boygg tíni knø, og rópa hátt.
Tíns hjartans bøn, hon hoyrist brátt,
av einglum Guds, halt á og bið.
Niðurlag: Tín bøn, hon nemur við Guds hond,
sum røkkur inn í myrku lond,
til tíni børn á tí villu strond.
Tú mamma, bið, halt á og bið.
- Í mong, mong ár, ja, nátt og dag,
tú fall á knæ, av hjarta bað.
Um svar tú ei enn hevur sæð,
tú mamma, bið, halt á og bið. - Tú mamma, bið, um fella tár,
og nívir sorg og angist svár,
hann grøða skal øll tíni sár.
Skjótt fært tú svar, halt á og bið.
Orð: Svenna Lysgård (Noreg.)1952-2007
Lag: Hank Williams (Amer.)
Jóhan við Neyst týddi.
Hoyr sangin her: Asta Højgaard syngur.