Hjá Jesusi fann eg tann friðin

Hjá Jesusi fann eg tann friðin
eg leitaði eftir mong ár.
Mær longdist, eg bað, og eg spurdi
um vegin, – og feldi mangt tár;
eg las, og eg las í Guds orði,
eg las um tað lívsins breyð,
og ongan tú stoytir burt frá tær,
ið kemur til tín í neyð.

Eg var vónbrotin, troytt og mær longdist
at finna frið við tín kross,
og tú vísti mær vegin – eg trúgvi.
Hjá tær eg nú eigi eitt pláss.

2. Tá sá eg tann krossfesta Jesus,
hann hekk har og bløddi for meg,
og tað var, sum ein rødd við meg segði:
»Alt hetta eg gjørdi for teg«.
Mítt hjarta tá fyltist við gleði,
tú syndir mínar burt tók.
Mítt navn, mítt navn tað er skrivað,
ja, skrivað í lívsins bók.

3. Hjá Jesusi fann eg tann friðin,
sum halda kann í lívsins stríð.
Hjá Jesusi, eina hjá honum
ein mannasál verða kann frí.
Hjá Jesusi fann eg ta gleði,
ið heldur á lívsins leið,
og um sorgir og trongdir meg níva,
eg í hansara fótaspor steig.

LES EISINI  Kennir tú sannan frið?

Yrkjari: Gunhild Waag

Hoyr sangin í video niðanfyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina