Týskvøldið byrjar missiónsvikan í Kollafjarðar missiónshúsi

Í næstu viku verður árliga missiónsvikan í Kollafirði. Lagt verður fyri týskvøldið 28. januar, og tiltøkini halda fram alla vikuna. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn hvørt møti og drekka er aftaná. Nátturði er sunnukvøldið.

Skráin er henda:

Týsdagur 28. januar klokkan 19.30:
Torleif Johannesen talar,
Streingjakórið á Toftum syngur

Mikudagur 29. januar klokkan 19.30:
Pól Johannesen talar,
Skála streingjakór syngur

Hósdagur 30. januar klokkan 19.30:
Heri Kjærbo talar,
Jóhanna, Hallgerð og Marita syngja

Fríggjadagur 31. januar klokkan 19.30:
Jákup E. Petersen talar

Leygardagur 1. februar klokkan 19.30:
Ólavur Jacobsen talar,
Teir 5 úr Norðurstreymoy syngja

Sunnudagur 2. februar:
Sunnudagsskúlin bjóðar morgunmat frá klokkan 9.30 til 10.55.
Klokkan 11.00 Familjugudstænasta við Mariu Summers við Skipá
Klokkan 17.00 Møti við Jógvani Lamhauge, Hanna og Terji syngja

Týsdagur 4. februar:
Klokkan 19.30: Bønarløta
Klokkan 20.00: Bíbliutími við Jákupi E. Petersen, presti

LES EISINI  Góð missiónsvika í Tjørnuvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina