Um eg skal verða varðveittur í trúnni, so…

“Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.”

Áps 2,41-42

Soleiðis lesa vit millum annað um tað, sum hendi fyrsta hvítusunnudag. Gjøgnum prædiku Pæturs sannførdi Heilagi Andin trý túsund sálir um, at Jesus av sonnum var sonur Guds og frelsari heimsins. Fyri tey var eitt nýtt lív byrjað. Tey livdu nú sum Guds børn. Í 2. Korintbrævi 5,17 lesa vit: “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” Tað er nú einaferð soleiðis, at alt, sum livir, má hava føðslu fyri at liva. Ein planta, til dømis, má fáa føðslu og vatn úr moldini og luft og sól fyri at liva og vaksa. Hetta eru hennara lívstreytir, og fær hon ikki alt hetta, so følnar hon og doyr. Soleiðis er eisini við tí lívinum, sum Guds andi hevur føtt í hjartanum á tí trúgvandi. Tí mugu vit, sum eru Guds børn, eisini fáa okkara lívstreytir uppfyltar, um vit skulu vera verandi á lívi. Hetta hevur Gud eisini syrgt fyri, at vit kunnu fáa. Hann hevur givið okkum fortreytir fyri, at vit kunnu verða varðveitt í trúnni sum Guds børn. Tað eru hesar lívstreytir, vit hoyra um í hesum bíbliuversinum. Tað stendur, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.

LES EISINI  Faðir vár, tú sum ert í himlunum

Læra ápostlanna

Læra ápostlanna, er orðið, sum ápostlarnir boðaðu, tað sum stendur skrivað í Bíbliuni. Í Bíbliuni møta vit boðskapinum, sum Gud mangar ferðir og á mangan hátt talaði í forðum gjøgnum profetarnar, og sum hann við endan av hesum døgum talar gjøgnum sonin. Skulu vit hoyra Guds talu, so er hon bara at finna í Bíbliuni og í tí prædiku, sum samsvarar við Guds orð. Í Bíbliuni talar Gud til okkum, hann, sum elskar og bara vil okkum gott. Tað vil hann, bæði tá hann talar kærleiksfult, og tá hann sigur okkum, at okkurt er galið og hevur at okkum. Vit eru vís, um vit hoyra bíbliunnar orð sum orð frá Gudi til okkum.

Samfelagið

Samfelagið er at finna, har trúgvandi koma saman um Jesus. Vit eru doypt til hansara og trúgva á hann.Vit hava fingið lut í Jesu likami og hava samfelag hvør við annan. Soleiðis var tað á apostlanna døgum, og soleiðis er tað enn. Vit trúgvandi vilja verða saman um tað týðningarmesta: Guds orð, dópin, breyðbrótingina, bønirnar og lovsangin.Tað er her, vit eiga at vera sum Guds børn.

LES EISINI  Verið vandnir

Breyðbrótingin

Breyðbrótingin ella altargangurin, er, har Jesus gjøgnum breyð og vín gevur okkum sítt likam og blóð, sum hann hevur gjørt fulnað við fyri allar syndir okkara. Tá vit koma til altars, koma vit ikki til eina vanliga máltíð. Altargangurin er ikki ætlaður at metta okkara likamliga tørv, sum tá vit annars setast til borðs. Nei, tá kemur Jesus sjálvur til okkara og gevur okkum seg sjálvan. Vit fáa Jesus sjálvan sum okkara krossfesta Frelsara, sum hevur goldið alla okkara synd. Hann vil geva okkum fulla vissu um, at tað, sum hann gjørdi á krossinum, var fyri okkum og at hesum kunnu vit trúgva, takka fyri og gleða okkum um.

Skulu vit fáa lut í øllum tí, Jesus vil geva okkum við altarborðið , so er neyðugt at móttaka gávuna í trúgv. Gera vit tað, so verður altargangurin bæði til gleði og gagn fyri okkum.

Bønirnar

Bønirnar hildu tey fast við. Hetta merkir, at bæði, tá tey savnaðust, og tá tey vóru heima hjá sær sjálvum, bóðu tey til Gud og tosaðu við hann um alt. At hava onkran at tosa við um allar lutir, er vælsignað. Tað merkir, at eg í fullum áliti tori at opna meg. Ikki øll eiga ein tílíkan hjartavin, men Jesus ynskir og biður okkum øll koma til sín við øllum. Í Sálmi 62,9 lesa vit: ”Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysið út tykkara hjørtu fyri honum, okkum Gud er vernd. Sela.” Hetta er sigandi tala um bøn. Oysið út tykkara hjørtu fyri honum. Vit skulu ikki bara koma til hansara við einum parti av tí, sum bilgist í hjartanum, men oysa alt út, siga honum alt. Honum kunnu vit hava fult álit á og tí eisini siga honum alt. Alt um okkum, alt um okkara kæru, vinir, kenningar, sorgarbundin, sjúk, kirkju, missión, arbeiðspláss, ja alt.

LES EISINI  Kennir tú sannan frið?

Alt er líka neyðugt

Allir hesir fýra lutirnir eru lívsneyðugir fyri eitt Guds barn. Alt er líka neyðugt fyri at verða varðveittur í lívsfelagsskapi við Jesus; tað vit fingu í dópinum. Gudsbarnið hevur ein argan fígginda, sum ger alt, hvat hann kann, fyri at vit skulu missa lívið í Jesusi. Við plantuni vita vit, at um hon stendur væl, fær føði, vatn og luft, men einki ljós, so doyr hon, tí nú eru umstøðurnar til lív ikki til staðar. Soleiðis er eisini við okkum. Fyri at liva, mugu vit taka móti øllum, sum Gud hevur givið okkum at liva av. Tí mugu vit eins og tey fyrstu kristnu halda fast við læru apostlana, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar. Gera vit tað, so hevur Jesus lovað at varðveita okkum í trúnni, til hann tekur okkum heim til sín fyri at vera hjá honum allar ævir.

Ólavur Magnussen, Nes
(Trúboðin, 19/2015)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina