Um Jesus ikki reis upp frá deyðum
Sum tannáringur las eg eina bók, sum viðgjørdi møguleikan, at Jesu beinagrind varð funnin. Tað er óneyðugt hjá mær at siga, at um hetta veruliga hevði hent, so máttu vit tillaga, hvussu vit skilja og halda páskir, og hvussu hetta hevði ávirkað kristindómin.
Tað var áhugavert at lesa ymisku frágreiðingarnar um hettta, at Jesu beinagrind varð funnin. Tað var tó serliga ein frágreiðing, sum eg legði til merkis. Ein prestur segði nakað soleiðis:
Um onkur hevði funnið Jesu beinagrind, so hevði hetta verið eitt stórt fund. Ja, vit høvdu verið noydd at tillagað kristindómin. Men, sannleikin og mátturin í kristindóminum hevði kortini verið varðveittur. Vit høvdu enn havt alt tað, sum Jesus lærdi, og vit høvdu allar frásøgurnar um hann. Jesus hevði framvegis verið ein einastandandi fyrimynd, hvussu hann sýndi kærleika móti teimum, sum vóru uttanfyri. Og hóast páskir ikki høvdu verið um Jesu uppreisn, so høvdu vit minst fyridømið og vitnisburðin um hendan Gudsmannin. Hesi fyridømi høvdu livað víðari í okkara hjørtum, sum ein áminnig um at vera góð við onnur. Hóast grøvin ikki var tóm, so høvdu okkara hjørtu kortini verið full.
Hetta svarið ljóðar so óskyldugt og so møguligt, so umhugsað og fylt við vón.
Men, sambært Paulusi, so er hetta fullkomuliga skeivt. Um Jesus ikki reis upp frá deyðum – likamliga – so er allur kristindómurin til einkis. Um Jesu likam liggur og rotnar onkrastaðni í Miðeystri, so er hetta ein fullkomin vanlukka fyri okkara trúgv. Kristindómurin stendur og fellur við hendingunum á páskum.
Hvat um Jesus ikki reis upp? Fimm avleiðingar
Í 1. Kor 15 rættar Paulus tey í kirkjuliðnum, sum søgdu, at ongin uppreisn var til. Um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so hevur hetta hesar fimm avleiðingar.
1. Vit eiga onga vón um uppreisn frá deyðum
Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; (v. 12-13)
At tann kristni einaferð skal rísa upp er tongt at, um Jesus reis upp. Páskirnar eru um Jesu uppreisn, og ein av orsøkunum til, at vit hátíðarhalda páskir er, at í Jesusi skulu øll, sum hoyra honum til, einaferð rísa upp. Sálir okkara eru hjá Jesusi, tá ið vit doyggja, men okkara likam hvílir, har tað bíðar eftir uppreisnini, tá ið Jesus kemur aftur og sigur, Rís upp! Eg geri allar lutir nýggjar. Her sigur Paulus, at um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so hava vit onga vón um uppreisn.
2. Okkara læra er følsk og hevur einki endamál
Paulus sigur víðari, men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd…(v. 14)
Um Jesus ikki reis upp, so er alt meingsleyst hvørjaferð vit prædika ella læra. Tað kann eggja okkum her og nú, men tað broytir ikki veruleikan, at Jesus er deyður og jarðaður, og at ein dag skulu vit doyggja og leggjast í mold. Tá hevur deyðin vunnið sigur.
Paulus sigur, at vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni (v. 15) Um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so er tað lygn, sum prestar prædika hvønn sunnumorgun.
Tú kennir teg møguliga upplyftan av eini talu. Talurnar hjálpa mær, sigur tú. Paulus hevði sagt, at vit prædika ikki gleðiboðskapin, tí hann hjálpir. Vit prædika gleðiboðskapin, tí hann er sannur. Um hann ikki er sannur, so hjálpir hann heldur einki.
3. Trúgv okkara er til einkis
Paulus heldur fram, men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis…(v. 17) Við øðrum orðum sigur Paulus, at um tín trúgv ikki er rótfest í nøkrum, sum tú veruliga kanst hava álit á, so er hon til einkis.
Kristna trúgvin er ikki íborin. Tað umráðandi er ikki, at tú bara trýrt onkrum, men at tann “onkur”, sum tín trúgv er bygd á, veruliga kann frelsa teg.
4. Vit eru enn í syndum okkara
Um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so hava vit heldur ikki fingið fyrigeving. Okkara syndir eru ikki tváaðar.
men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara (v. 17)
Uttan uppreisnina, so hevur syndin ikki mist sítt vald, og fylgjurnar av deyðanum er framvegis tær somu. Synd og deyði hanga saman. Teknið, at syndin ikki hevur vald er, at deyðin er deyður – deyðin verður umvendur og nýggja lívið vinnur á deyðanum.
Hendingin páskamorgun rættvísgerð tað, sum hendi langafríggjadag. Páskirnar staðfesta krossin.
5. Tey trúgvandi, sum er deyð, eru deyð um allar ævir
Um Jesus ikki reis upp frá deyðum, so hava allar kristnar jarðarferðir verið ógildugar. Tá er ongin vón um ein Himmal. Tá eru eisini øll, sum tú hevur syrgt, glatað um allar ævir.
og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum.
Paulus sigur, at um Jesus ikki reis upp, og vit tí heldur ikki skulu rísa upp, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum, tí vit trúgva á ein Jesus, sum ikki hevur vald á deyðanum.
Vent á høvdið
Í 15. kapitli í 1. Korintbrævi kemur Paulus við einum lista við ræðuligum avleiðingum, sum høvdu verið sannar, um Jesus ikki reis upp frá deyðum. Men, hvat um vit venda versunum á høvdið?
- Tá ið uppreisn frá deyðum er ein veruleiki, so er Jesus veruliga upprisin
- Og tá Jesus er upprisin, so er okkara boðan máttmikil, og okkara trúgv somuleiðis.
- Nú roynast vit sum sonn vitni um Gud, tí okkara vitnisburður um Gud er sannur, tí hann veruliga reisti Jesus upp frá deyðum, tí deyð rísa upp.
- Og tá ið deyð rísa upp, so reis Jesus veruliga upp frá deyðum. Og tá ið Jesus er upprisin, so er trúgv tín virðismikil og máttmikil.
- Syndir tínar eru fyrigivnar um ævir.
- Tey, sum sovnað eru í Jesusi, eru trygg í hansara ørmum.
- Um vit hava sett vón okkara til Krist, bæði í hesum lívinum og tí komandi, so havi vit orsøk til at gleðast í allar ævir.
Um boðskapurin um uppreisnina, sum eg kjarnin í kristindóminum, er sannur, so broytir hetta alt.
Stephen Um (prestur í Citylife Church í Boston) sigur tað soleiðis í einum av sínum bókum:
Uppreisnarsøgan er ein søgu við einum góðum og vøkrum enda. Endin á søguni um frelsu er: Gud vinnur, og tey sum eru í Kristi vinna sigur við honum. Hann endurnýggjar allan heimin, soleiðis at hann verður, sum hann ætlaði hann; øll týning fær ein enda…Orsaka av tí, sum Jesus Kristus hevur gjørt, so vinnur deyðin ikki endaligan sigur. Tá er tað ómøguligt hjá okkum at miseydnast ella síggja okkum sjálvi sum taparar, tí Jesus Kristus gav upp alt okkara vegna, soleiðis at vit ikki veruliga kunnu missa nakað.
Trevin Wax er varaforseti í gudfrøði og samskifti á LifeWay Christian Resources og gesta professari á Wheaton College.