Hava vit rúm í hjørtum okkara fyri ivandi fólki?

Komandi dagarnar fara vit at viðgera evnið, ivi. Jesu lærusveinur, Tummas er helst eitt tað kendasta dømi um ein ivamann, sum altso fyri um 2.000 árum síðani eins og í okkara tíð er ein veruleiki.

Gjøgnum samrøður við fólk, ið sjálvi stríðast við ivan, verður áherðsla lagt á, at ivin ikki bert rakar kristin við leysum tilknýti til felagsskap og trúgv, men eisini djúpt sannførd kristin, sigur Niclas Lautrup-Meiner, samskiftisleiðari hjá DLM. Vit fara at síggja Niclas viðgera evnið ivi fylgjandi dagarnar á Trúboðanum, har hann og onnur eitt nú hava samrøður við fólk, ið stríðast við lívsins stóru spurningar.

Ivi er ein náttúrligumr partur av okkara kristna lívi. Men vit mugu aldri velja ivan sum okkara lívsáskoðan. Í staðin mugu vit nýta ivan til at fáa eina uppbyggjandi samrøðu við hin upprisna Kristus. Her kunnu vit seta fram spurningar til hansara. Tað er hann, ið hevur vald til at skapa trúnna í okkum.

Í síðsta enda er tað ein søk millum Gud og hin einkulta, men sum kristnir felagsskapir eru vit givin hvør øðrum at koma hvør øðrum til hjálpar, at uppbyggja og ugga í trúnni. Tí eru tað tveir grundleggjandi spurningar til hvønn kristnan felagsskap at seta sær sjálvum.

Taka sær av ivafólki
Fyrsti spurningurin er til leiðslur í samkomum og øðrum. Hava vit ein felagsskap, ið  tekur sær av ivafólki? Tað er, hava ivandi fólk sálarhirða at tosa við í samkomuni, ið kann rúma viðkomandi í ivanum, ein ið kann byggja andaliga upp og vera saman við í forbøn? Treytað av stødd á samkomu ber kanska ikki til at taka sær av øllum, ið ivast. Tó ber tað til í samkomuni at arbeiða fram ímóti at skapa ein felagsskap við at tala um og undirvísa um iva og bjóða forbøn og sálarrøkt. Soleiðis ber til at samskifta góða bíbilska hjálp og vísa, at ynskt verður at taka sær av tí ivandi. Lurtið um og umaftur.

Lurta um og umaftur
Hin spurningurin at seta sær sum samkoma er til tey mongu okkara, ið ikki eru partur av leiðsluni. Hoyra vit kallið at “Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!” Róm.12,15 Tá Paulus minnir okkum á at elska í bróðurkærleika, so er tað ikki bert eitt ástøðiligt hugskot, men eitt kall at stríðast fyri, hvussu øðrum veit við í samkomuni. Hetta verður ikki gjørt við einaferð at lurta, hvussu stendur til, men um og umaftur at spyrja, hvussu stendur til og at ganga saman við viðkomandi í teirra líðingum. Umhugsa, hvussu tú kanst tæna tí persóni, Gud hevur lagt fram fyri tær. Halt ikki, at har helst eru onnur, ið eru betur at taka sær av viðkomandi fyrr enn tú veitst við vissu, at viðkomandi ikki stendur eina við trupulleikanum.

Ivin hvørvur tíverri ikki av, at tann ivandi er partur av einum sterkum felagsskapi. Men vit kunnu kanska skapa felagsskapir, ið vísa umsorgan fyri tí ivandi, so ivin ikki gerst til vantrúgv, sigur Niclas Lautrup-Meiner.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina