Grøvin er tóm

Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr;
Jóh.11,25

Níggju ára gamli Filip hevði Down-syndrom. Í sunnudagsskúlanum argaðu hini børnini hann, av tí at hann var “øðrvísi”. Sunnudagin fyri páskir hevði lærarin givið hvørjum barni eitt egg úr plasti og biðið tey tikið korn ella bløð, sum kundu ímynda “nýtt lív”.

Hetta skuldu tey leggja niður í plasteggini, og komandi sunnudag skuldu tey lata egg síni upp og tosa saman um tað, tey høvdu funnið. Tá ið børnini komu saman, høvdu tey fun[1]nið blómur, summarfuglar ella steinar. Men tá ið lærarin læt eggið hjá Filipi upp – var tað tómt!

Tá brast út úr einum av børnunum: “Hann hevur misskilt tað! Hann hevur gjørt tað skeivt!” Men Filip togaði í ermuna hjá læraranum og segði: “Eg havi gjørt tað rætt! Tað er tómt, av tí at grøvin er tóm. Tað er tí, vit hava fingið eitt nýtt lív!” Allur flokkurin kikkaði eftir ondini – og frá tí degi var hann ein partur av flokkinum.

Foreldur Filips vistu, at tíð hansara var stutt. Hann hevði alt ov nógvar trupulleikar við lítla kroppi sínum. Tað summarið doyði hann. Tá ið øll hesi átta ára gomlu børnini í flokkinum stóðu andlit til andlits við deyðan, fóru tey øll sum ein út á kapellið. Saman við læraranum løgdu tey, hvør einstakur – ikki blómur – men tóm plastegg á kistuna hjá vinmanni sínum.

Jesus segði: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.”

“Krossurin er ríkur upp á Guds gávur … tá ið tú merkir timburið … trilvar eftir tor[1]nakrúnuni … nemur við fingrinum við naglarnar – bíða so og lurta. Kanska kanst tú hoyra hann teska: “Eg gjørdi tað fyri teg.” (Max Lucado)
Vilt tú liva fyri hann?
“… et Ord til Dagen”
Effie Campbell umsetti