Um so lýsnar halda lívið í mær

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ein stuttsøga er eftir Heðin Brú, ið kallast Einbýli. Hendan søgan snýr seg um tveir feðgar, ið búgva einsamallir. Gamli pápin liggur í songini dag og nátt og pilkar lýs úr hoy-madrassuni, meðan hann knarrar inn á sonin, at hann átti at funnið sær eina konu, sum kundi fingið skil uppá húsini. Smædni sonurin torir illa eftir konufólki. Og tá hetta endiliga eydnast honum, kemur hann glaður heim við henni í pápans hús. Men tá unga konan ósmæðin fer í holtur við at rudda og vaska bæði hús og tann gamla við, er hesin ikki blíður. Gamli pápin gerst púra fyri ongum og doyr stutt eftir. Knappliga er einki at liva fyri. Einki er meira at knarra um: lýsnar eru burtur og somuleiðis lívshugurin hjá honum!

Søgan er rættiliga skemtingarsom. Gamli maðurin vil fegin hava sonin giftan, so onkur kann rudda, vaska og matgera í húsinum, tá sonurin eyðsæð ikki megnar hetta so væl. Gamli liggur og ilskast hvønn dag, um hvussu hann verður útsettur fyri vanrøkt, nú feðgarnir eru einsamallir. Hann hevur eitt langt stríð hvønn dag við at pilka lýs úr songini, sum hann heldur fara at gera enda á sær. Og so var! Lýsnar gjørdu enda á honum, men tað var tá hesar vórðu burturbeindar, og hann tí ikki hevði tær at stríðast við meira. Einki var at liva fyri; húsini vóru rein, hann fekk góðan mat, songin var frískað upp og plágurnar útruddaðar. Livið gjørdist meiningsleyst!

LES EISINI  Gleðir tú teg til jóla?

Tað er deiligt at hava frí og einki skula gera. Tá korona breyt út um allan heimin síðsta ár og eingin kundi fara nakrastaðni, eingi tiltøk kundu vera osfr. var tað á ein hátt fríandi, tí øll slappaðu av og vóru í frið. Eingin ábyrgd var av nøkrum fyri ein stóran part av fólkinum. Nógv fólk eru rættiliga upptikin í nógvum arbeiði, frítíðarvirksemi o.ø. Tá er rættiliga gott, at kunna seta ferðina eitt sindur niður viðhvørt.

Steðgurin var góður á ein hátt. Men eg haldi, man merkti væl, at tá samfelagið byrjaði at lata meira og meira uppaftur, at fólk vóru eisini glað fyri at koma ígongd aftur. Tá vit sluppu aftur á møti eitt sunnukvøld, vóru øll so glað um at síggjast og koma til eitt tiltak, at vera saman um Guðs Orð og onnur ting.

Tá menniskju einki hava at takast við, so dovna vit. Vit hava brúk fyri at vera virkin onkusvegna. Hava vit onga ábyrgd av nøkrum, so doyr ábyrgdarkenslan eisini burtur. Við tí kemur líkasælan. Og tað er ein vandamikil støða at vera í. Líkasæla spreiðir seg sum eldur. Eldur køvir og tekur alt lív. Gamli maðurin í søguni hevði eitt dagligt stríð, sum helt honum á lívi. Hetta gav hansara gerandisdegi innihald. Ein dagur við innihaldi, har okkurt er, ið upptekur okkum, har vit hava eina ábyrgd, gevur okkum hug til at vakna upp til ein nýggjan dag.

LES EISINI  Nær eru vit nøgd?

At vera ein virkin persónur kann til tíðir vera strævið. Nøkur hava valt at vera so upptikin í øllum og dáma tað. Onnur hava so nógv ymisk evni, duga so nógv, at tey verða biðin til alt, men duga ikki at siga nei. Vit kenna bara sjálvi, nær nóg mikið er nóð mikið. Men siga vit nei til alt, setir meiningsloysi skjótt inn og vit gerast hugtung. Tá er eisini skjótt at fáa eina kenslu av, at eingin tørvur er á mær! Og tað er tørvur á okkum! Tað er ein, ið hevur stóran tørv á okkum til allar møguligar størri og smærri uppgávur. Hann veit eisini, hvørjar náðigávur tú hevur, tí Hann hevur sjálvur givið tær tær.

Eru vit púra óvirkin, so gerst okkara likam og sál eitt einbýli við ongum endamáli í lívinum!

Ger tað sindrið, tú kanst,
royn av hjarta og sál,
gev bert Harranum orku og mátt,
……………
O, tann gleði tann dag Jesus man siga tær:
tað, tú gjørdi, var gjørt móti mær!

Lina Sandell / Jacob Dahl

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina