Hevur tú einki gott at siga, so er betur at tiga!

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í okkara framkomna samfelagi lesa vit flestu tíðindi á netinum. Okkurt hissini blað kemur í postsmoguna, men tað mesta verður lisið á einum skíggja. Tað er deiliga skjótt og lætt at lesa nýggjastu tíðindini tann vegin, og tað er somuleiðis skjótt at fáa hesar fesku søgurnar út til fólkið.

Summum dámar best at hoyra tíðindini í útvarpinum og onnur í sjónvarpinum, men nógv lesa hesar ymsu portalarnar.

Tá tú hoyrir ella sært tíðindi frá miðlunum, kanst tú bara sita og gera tínar egnu tankar um tað, tú hoyrir. Ella tú kanst práta um tað við tey, tú ert saman við. Men tá tú lesur á portalunum ber væl til at gera viðmerkingar beinanvegin til greinina. Viðhvørt eru nógvar viðmerkingar til summar greinar; tað blívur sum ein long søga afturat at lesa allar viðmerkingarnar, fyri ikki at tosa um tað kjakið, ið ofta stendst av summum tíðindagreinum.

Til tíðir fer kjakið millum viðmerkjararnar, ið fylgja hesum tíðindunum, púrasta av sporinum. Tað gerst persónligt, har man leggur eftir onkrum persóni, ið greinin var um. Enntá byrja tey at tosa niður á hvør annan inni í sama forumi. Bara tí man ikki er samdur. At enda hevur kjakið sneitt so nógv, at tað einki hevur við upprunainnihaldið at gera. Og øll síggja hetta kjakið, sum vilja.

LES EISINI  Hvalvík og Streymnes á legu í Nesvík

Hvat stendur so eftir? Fólk, ið hava útspilt hvønn annan og sært onnur við øllum sínum niðursetandi orðum. Tað sakliga gerst ósakligt og fer niður á eitt sera lágt støði. Í summum førum eru fólk beinleiðis barnslig! Og í veruleikanum hava tey mest av øllum stillað seg sjálvan í eitt sera vánaligt ljós við síni framferð. Í mínum høvdið er hetta fyrst og fremst púra óneyðugt. Men eg haldi heldur ikki, tað hoyrir nakrastaðni heima, at vaksið fólk ber seg soleiðis at. Tað tykir, sum er hetta eitt vaksandi rák. Sera ódámligt!

Til tíðir eru eisini viðmerkingar gjørdar til onkur tíðindi, ið kanska eru meira døpur og keðilig. Tá koma til tíðir málsligar viðmerkingar, ella viðmerkingar um okkurt púra burturvið, sum als ikki er viðkomandi í hesum førinum. Hví er tað neyðugt? Hví skal man yvirhøvur gera viðmerking til tíðindi, sum eru syrgilig og hava rakt menniskju persónliga? Um man absolut skal koma við eini viðmerking, so lat tað heldur vera okkurt uggandi. Hinvegin skilji eg ikki, hví man ikki læsir onkrar tíðindastubbar fyri viðmerkingum. Altso at portalurin syrgir fyri at tað ikki er møguleiki at viðmerkja.

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Nógv av hesum kakinum er so niðurbrótandi at lesa og ikki minst fyri tann, sum tað gongur útyvir. Tað er so sera lætt at kjakast á einum skíggja. Tú hoyrir ikki tónalag, sært ikki kropsburð og andlitsbrá. Tvs. har er eingin møguleiki at lesa av huglagið á persóninum, tú kjakast við. Tað ber nokk eisini til at vera ein annar við at hava dulnevni o.l. Tað er lætt nokk at krógva seg aftanfyri skíggjan! Kanska møtir tú ongantíð hesum persóninum, so tí er lætt at blaka okkurt út, sum grundini er undir alt lágmark.

Tú torir betur at siga okkurt á skrift, enn tú hevði torað at sagt andlit til andlits. Í mínum yrki sum lærari og foreldur er hetta júst tað, eg royni at læra tey ungu: Um tú ikki hevði torað at sagt hatta andlit til andlits við persónin, lat so vera við at siga tað nakra aðrastaðni! Hevur tú einki gott at siga, so er betur at tiga!

LES EISINI  Fyrireikingar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina