Forboð móti kristnum tilfari

Nýggj lóg bannar nýtslu og deiling av kristnum tilfari í Kina.

1.mars 2022 kom ein nýggj lóg í gildi í Kina, ið krevur loyvi til at skriva um átrúnað og at leggja upp átrúnaðarligt tilfar á alnótina. Hetta slag av loyvum verða bert givin til stovnar, ið eru góðkendir av myndugleikunum, skrivar Open Doors Danmark.


Eftir innførsluna av hesi nýggju lógini ber bert til hjá kristnum at sleppa framat online gudstænastum, prædikum, bíbliulesnaði og filmsupptøkum gjøgnum myndugleikagóðkendar síður. Soleiðis tryggja myndugleikarnir sær, at alt tilfar, ið kemur út, er í tráð við áskoðan kommunistafloksins.

“Hesi seinastu tvey árini eru online kirkjur vorðnar alt meira vanligar.” greiðir ein kristin kinverji frá. “Henda nýggja lógin kann koma at steðga hesar aktivitetir á netinum. Hetta kann rætt og slætt koma at forkoma øllum átrúnaðarligum tilfari á netinum og soleiðis forða kristnum atgongd til átrúnaðarligt tilfar á netinum.”

Eisini teir sosialu miðlarnir eru umfataðir av hesi nýggju lógini, so kinversk kristin bera ótta fyri, at sjálvt smá uppsløg við átrúnaðarligum innihaldi fer at elva til harða revsing. Tí valdu nógv kristin longu í endanum av februar mánaði at strika alt kristið innihald frá teirra vangamynd á teim sosialu miðlunum. Kirkjuleiðarar hava mælt kristnum fólki at savna so nógv tilfar frá netinum sum gjørligt, so tey vóru fyrireikað at missa atgongdina til tað.

“Vit hava sæð, at online bólkar við nógvum luttakarum “hvørva,” men tað er enn møguligt at savna smáar bólkar við fáum luttakarum í senn. Vit halda fram við okkara online møtum, har tað er gjørligt, og vit laga okkum støðugt eftir nýggju broyttu viðurskiftunum,” endar ein kirkjuleiðari úr syðra partinum av Kina samrøðu sína sambært Open Doors Danmark.
Udfordringen: Boldil Lanting.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina