Jürgen Klopp livdi eftir síni trúgv frá Anfield til altarið: 

Tað er ikki so ofta, at vit skriva um altjóða fótbólt her á Trúboðanum. Men, vit gera eitt undantak í samband við, at Jürgen Klopp er givin sum venjari í Liverpool. Millum hansara nógvu góðu eginleikar, so klárar hann eisini at liva sum kristin í gerandisdegnum, og har kann hann nokk vera ein fyrimynd hjá okkum øllum. Eisini hjá okkum, sum ikki vita so nógv um fótbólt. 

Tá ið Jürgen Klopp í 2020 á odda fyri Liverpool tryggjaði felagnum sítt fyrsta enska meistaraheiti í 30 ár, vóru tað ikki einans tvey met hann setti – ongantíð áður hevði eitt felag tryggjað sær meistaraheitið so tíðliga í kappingarárinum, við sjey umførum eftir at leika, men heldur ongantíð so seint, av tí at nógvir dystir vórðu útsettir orsaka av korona. Tann fyrsti og tann síðsti. Alfa og omega. Hetta ljóðar nærum guddómligt. Við meistarheitinum gjørdist Jürgen Klopp uppaftur betri umtóktur. Men venjarin helt fast við kendu orðini frá tíðindafundinum, tá ið hann varð avdúkaður sum nýggjur Liverpool venjari: I’m the normal One (Eg eri tann vanligi). Orðini sipaðu til útsøgnini hjá einum fyrrverandi Chelsea venjaranum, og vóru ein beinleiðis andsøgn til hansara orð, tá ið hann segði seg vera The Special One. Tann serligi.  

Men, tað eru møguliga ikki nógv sum vita, hvussu stóra ávirkan kristna trúgvin hevur havt á Klopp, og mátan hann hevur skipað venjingarnar og leitt liðið. 

Jürgen Klopp hevur ongantíð goymt sína trúgv. Í eini samrøðu í 2004 við Kicker Magazine segði hann: “Jesus Kristus er týdningarmesti persónur í heimssøguni. Hjá mær er hesin spurningur lættur at svara.” Klopp helt áfram við at greiða frá, hví hann helt Kristus vera nakað serligt. “Hann kom inn í heimin við eini greiðari missión, sum als ikki er løtt at gjøgnumføra. At enda (í lívinum) tók hann allar syndirnar á seg sjálvan, og varð negldur á ein kross” Fyri Klopp er Jesus deyður á krossinum “tann størsta gerðin, sum nakrantíð er gjørd, tí hon broytti alt.” Trúgvin, sum grundleggjandi sjónarmið í lívinum, gevur honum ein djúpan frið: “Okkum nýtist ikki at gera tað (at gjalda fyri okkara syndir), og hetta er ein stór troyst.” 

LES EISINI  Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

Trúgvin ávirkaði hansara leiðslu 

Hendan trúgvin ávirkar eisini hansara áskoðan á framgongd og leiðslu. Í eini samrøði við BBC Sport í 2016 segði hann: “Trupulleikin er, at eg eri kristin. Hetta er í sær sjálvum ikki ein trupulleiki, men trupulleikin er, at eg haldi eisini at onnur kunnu hava framgongd – tað handlar ikki um meg.” Hjá Klopp er tað ikki einans hansara egna framgongd sum umræður, men eisini at viðurkenna og gleðast um framgongdina hjá øðrum. Hetta merkti, at hann fegin vildi geva øðrum møguleikan at mennast. Hann ynski heldur at hjálpa einum vánaligum spælara at gerast betri, enn at siga hann úr starvi. Tí vísti tað seg eisini, at hann av og á helt fast í leikarar, sum onnur hildu at hann skuldi sloppið sær av við. Av og á komu atfinningar frá fólki sum hildu, at kristna trúgvin hjá venjaranum forðaði honum í at vinna meistaraheiti. Men samstundis varð hann hámettur fyri hansara trúfesti móti spælarum, sum fóru ígjøgnum eitt torført tíðarskeið í teirra yrkisleið. Slagorðið hjá Liverpool er: You’ll never walk alone (tú fert ongantíð at ganga einsamallur) og við síni trúfastu leiðslu og opinleika um sína trúgv, legði Klopp ein nýggjan og andaligan týdningi afturat slagorðinum hjá felagnum.

LES EISINI  Arbeiða dag og nátt

Var ógvuliga opin um sína trúgv 

Venjarin hevur ongantíð fjalt sína trúgv. Sum Klopp segði við miðilin fr-online.de: “At vera trúgvandi, og ikki ynskja at tosa um tað – Eg veit ikki, hvussu tað hevði kunna riggað! Um onkur spyr meg um mín trúgv, so fortelji eg teimum tað. Ikki tí at eg haldi meg vera eitt slag av trúboðara.” Hann helt áfram við at siga, at hann dagliga setti tíð av at hugleiða um lívið og trúnna: “Tá ið eg hyggi at mær sjálvum og mínum lívi – og tað taki eg mær stundir til hvønn dag – so kenni eg meg at vera í ógvuliga góðum hondum. Og eg harmist um, um onnur fólk ikki kenna hendan tryggleika – hóast tey ikki vita tað, sjálvandi, tí annars høvdu tó óivað leitað eftir hesum tryggleika.” 

Sum venjari í einum altjóða fótbóltsfelag, so er Jürgen Klopp altíð umringaður av mikrofonum og myndatólkum. Hetta hevur givið honum møguleikar bæði at greiða frá síni trúgv, og samstundis at vera ein fyrimynd hjá øðrum trúgvandi, sum kunnu fáa íblástur til, hvussu vit á ein nátúrligan hátt kunnu taka trúnna við inn í prát.Sum t.d. tá ið hann á einum tíðindafundi í Mainz varð spurdur, um “fótbóltsgudurin” var ímóti liði hansara? Tá svaraði Jürgen Klopp: “Fyri at svara hesum spurningi einaferð med alla: hóast ongin fótbóltsgudur er til, so trúgvi eg at har er ein Gud sum elskar okkum menniskju, júst sum vit eru, við øllum okkara serleikum,og tí haldi eg, at hann eisini elskar fótbólt! Men, vit mugu skora málini sjálvi.”  

LES EISINI  Fýra hættir trúgvandi kunnu vera øðrvísi tá ið tey eru til arbeiðis

Tað er hugvekjandi at síggja, hvussu Jürgen Klopp ferð eftir ferð hevur roynt at vent samrøðuni inni á Jesus. Sjálvur sigur hann tað ógvuliga einfalt: Eg ynski at fólk hugsa um Jesus Kristus. Tað er ein undursam leiðregla til lívið, tí tað er ein gáva.

Klopp hevur eisini hugleitt yvir, hvussu hansara trúgv hevur ávirkað tey menniskju hann møtir ígjøgnum fótbóltin. Í eini grein í fussball-gott.com skrivaði hann: “Øll hesi dámligu fólk, sum eg møti viku eftir viku í samband við dystir ella í øðrum sambondum m.a. til venjing, hava eitt í felag: tey hava eina ella aðraferð á teirra yrkisleið lagt til merkis, at tað má vera okkurt meira í lívinum enn at vinna meistaraheiti ella at stríðast fyri ikki at flyta niður.” Hann greiður frá, hvussu sambandið við Gud hevur broytt hansara sjónarhorn: “Tey kunnu kenna seg aftur í, hvussu eitt samband við Gud hevur broytt teirra sjónarhorn. ” 

Tá ið “You’ll Never Walk Alone,” ljómar yvir Anfield, so hevur tað ikki einans verið ein áminning um søguna hjá felagnum og óvikandi stuðulin frá viðhaldsfólkunum, men eisini eitt afturskin av trúnni hjá Klopp um, at ongin fer ígjøgnum lívið einsamallur. Nógv vilja halda, at tað er hendan dýpd, sum ger Klopp til ein so serstakan venjara og persón, og at tað er hendan trúgv, sum styrkir hansara sannføring um, at hvør dystur – á og uttanfyri vøllin – er parter av eini størri ferð, har ongin gongur einsamallur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina