Hamstarar í rennihjóli
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
”Korona-tíðin var ikki so galin tíð í grundini”! Tá man líturaftureftir vóru fleiri viðurskifti, ið vóru so ómetaliga góð fyri nógv av okkum, samstundis sum hetta eisini var ein hørð tíð á nógvum økjum.
Tá boð komu frá landsins myndugleikum um, at øll skuldu halda seg heima og bert vera saman við sínum húski, tóktist tað, sum var man knappliga partur av einum ella øðrum framtíðarfilmi. Samstundis skuldu landamørkini steingjast runt um í heiminum skjótast gjørligt. Tá var um at gera at fáa tað eina av okkara børnum, ið var uttanlands í skúla, heim á klettarnar sum skjótast. Øll lombini máttu fáast heim í rættina, so vit, familjan, kundu vera saman og trygg. Støðan var heilt absurd!
Niðursetta ferðin
Fyrsta tíðin var eitt sindur av eini royndartíð, samstundis sum man nýtti at hava frí frá arbeiði, skúla, fundum, venjingum og øðrum skyldum. Serliga tey ungu í húsinum saknaðu síni vinfólk og at ”hanga út” saman við, meðan vit miðalaldrandi hugsaðu um teyeldru, ið vóru meira einsamøll og høvdu tørv á eini hjálpandi hond av og á. Men skjótt kom alt í eina fasta legu, og vit fingu ein gerandisdag í hesi løgnu tíð. Millum arbeiðsuppgávurnar, sum fleiri við okkum máttu avgreiða heimnaífrá, sótu vit familjan um kvøldarnar og spældu borðspøl, høvdu spurnarkappingar ella hugdu eftir filmum og sendingum saman. Matgerð og uppvask var uppá skift, reingerðina vóru vit saman um og vit hjálptust at við ymiskum tingum, ið skuldu gerast í húsinum og rundanum. Øll høvdu knappliga góða tíð. Nógv góð prát fingu vit eisini okkara millum. Vit høvdu einki annað val – hamstarahjólið var steðgað!
Eins og í roykstovuni
Hetta fekk meg til at hugsa um eina tíð, har fólk sótu saman í roykstovuni og gjørdu handaligt arbeiði, samstundis sum søgur og sagnir, sálmar og kvæði vórðu lærd og borin víðari millum ættarliðini. Myrkt var úti og langt millum húsa og bygdir, so fólk var heima hjá sínum at gera fyrifallandi arbeiði. Tey vóru saman um at bera eina søgu og stóran arv víðari, samstundis sum tey fingu eina rúgvu frá hondini. Soleiðis kendist hendan tíðin undir koronafarsóttini fyri meg. Vit vóru saman og høvdu góða tíð til tað.
A wake-up-call
Nógv onnur høvdu tað á sama hátt, at tey høvdu knappliga tíð til børnini og at gera ting, ið annars hevði verið trupult at finna tíðina til. Hjá summum gjørdist tað brádliga greitt, at tey vóru upptikin av ov nógvum í gerandisdegnum; tey fingu eitt ”wake-up-call” – eina viðrakning – um sín lívsstíl. Nógv fingu glaðari børn, tí hesi høvdu síni foreldur heima. Fólk fingu so nógv góð hugskot, hvussu tey kundu ”vitja og vera saman”, at tey sóust faktisk meira enn, tey høvdu gjørt í langa tíð. Eisini vakti hetta hjálparalyndið hjá nógvum. Fólk bjóðaðu seg fram at keypa inn fyri eldra og veika borgaran, fyri koronurakt o.s.fr. Ein kensla, sum vaknar í okkum eitt sindur sum á jólum.
Sjálvandi vóru tað ikki øll, ið høvdu gott av hesi isolatiónini, als ikki. Summi sótu eina, onnur upplivdu trupla tíð í heiminum og aftur onnur mistu kanska starv og inntøku. Ikki minst mistu vit samfelagið við hvønn annan í tí andaliga. Men fyri ein stóran part kom korona-tíðin sum eitt andihol í einum sera rokaligum gerandisdegi.
Aftur til gerandisdagin
Tað er ikki so long tíð síðani, alt gjørdist vanligt aftur í Føroyum eftir koronu. Tað er hugvekjandi, hvussu skjótt fólk fella aftur í sína gomlu rútmu í rush-hour-samfelagnum. Niðursetta ferðin, ið gav so nógv, er longu gloymd. Longu nú uppliva vit aftur menniskju, ið eru strongd og puffa og suffa um ov nógvar uppgávur. Bæði ung og eldri renna sum flugur í fløsku í einum gerandisdegi, ið verður alsamt strævnari. Børnini uppliva aftur foreldur, ið ikki hava stundir, ið eru móð og ikki orka. Tað at fara á vitjan ella at fáa vitjan verður ikki raðfest so ovaliga, og tíverri verður tann góði og týdningarmikli luturin ofta frávaldur: samveran við Guð, tí tíðin rann frá okkum ella bara tí, nú er man ov sperdur.
Maria og Marta
Luk. 10, 39-42:
Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: ”Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!” Men Harrin svaraði henni: ”Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.”
Soleiðis eru vit menniskju eisini so ymisk. Tað er brúk fyri báðum pørtum. Men vit kunnu eisini gera okkum óneyðuga nógv stríð og streingjast av hesum. Vit missa okkum sjálvi burtur í øllum tí, vit skulu náa. Ringt er ofta at finna innaftur til løtuna saman við tínum kæru, løtuna við tær sjálvum, løtuna har ein bara er og løtuna saman við Guði.
Jú, korona-tíðin var í mangar mátar ein góð tíð. Tað var eisini ein góð tíð at rannsaka seg sjálvan og kenna egin mørk. Ein góð tíð at vera….. eisini fyri onnur. Korona-tíðin steðgaði mannaættini í hamstarahjólinum!