Møt honum dagliga

Ein dagin, eg var úti á Eystnesi, vóru tveir mans í holt við at arbeiða uppá eina av vindmyllunum. Eg tosaði við annan mannin, sum gjørdi klárt til at hiva ymiskt upp til hin mannin, sum var heilt uppi í høvdinum á mylluni.

Tá segði maðurin okkurt um, at hann skuldi eisini heilt upp í høvdið á mylluni, har teir skuldu gera eitthvørt viðlíkahald. Tá spurdi eg mannin, um hann kundi heilsa hinum uppi í mylluni, tí hann kendi eg. So legði eg afturat, at hittir tú mannin longuri uppi, altso Gudi, so heilsa honum eisini.
Tá segði maðurin eitt sindur undrandi, at Gudi ætlaði hann ikki at hitta enn, (altso hann ætlaði ikki at doyggj enn)
Tá segði eg, at Gudi skulu vit helst hitta dagliga!

Ja, dagliga, tí “Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Gud, ið er frelsa vár” Sálmur 68,20. Dag eftir dag hann okkum ber. Tað sigur mær, at Gud vil hava dagligt samband við teg og meg. Gud vil hava eitt dagligt kærleikssamband við teg, óansæð hvør tú ert, hvar tú ert, hvat tú gert, og hvussu tú hevur tað.
Bert tú byrðar, og hvør ger ikki tað, so lovar hann at bera teg og byrðarnar. Byrðarnar tekur hann ikki altíð av tær, tí tær eru amboð, hann á løgnar hættir nýtir, fyri at knýta teg fastari at sær.
Mong upplivdu tíðir, tá byrðarnar vóru bæði stórar og tungar, og at Gud kendist fjarur og nærum líkasælur. Aftaná vitna fleiri, at Gud kortini á undirfullan hátt bar tey og byrðarnar ígjøgnum truplu tíðina.
Gud heldur orð og vil hitta teg dagliga. Hevur tú tíð og pláss til hansara?
Hann hevur bæði tíð, pláss, umsorgan, fyrigeving, náði, miskunn,..ja, ævigt lív til tín.
Møt honum dagliga. Tað gert tú – við at lesa orð hansara, – við at tosa við hann í bønini, -við at eta likam hansara og drekka blóð hansara, og við at koma saman við øðrum sum koma saman um hann. Ja, møt honum dagliga, og hann broytir teg rættan veg. Rætti vegur er altíð móti Gudi og nærri honum.

LES EISINI  Páskir – byrjan ella endi?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina