Góðir vanar fyri 2022

Eitt nýtt ár er júst byrjað, og við ársbyrjan eru tað fleiri, sum hava hug at gera støðuna upp. Vit hyggja aftureftir og meta um, hvussu farna árið hilnaðist. Samstundis hyggja vit frameftir og spyrja, hvat nýggja árið hevur at bjóða?

Kenslurnar við eitt ársskifti kunnu vera ógvuliga ymiskar. Summi hyggja afturá og gleðast, meðan onnur eru syrgin um farna árið. Støðan kann eisini vera ymisk frá persóni til persón, tá ið hugt verður frameftir. Summum dáma best, at støðan er sum hon er. Teimum dámar møguliga ikki so væl at byrja uppá eitt nýtt ár, tí hvat fer at henda í hesum árinum? Onnur gleða seg til eitt nýtt ár, tí tey hava kensluna av, at nú kunnu tey byrja av nýggjum og hava eina vón um, at nýggja árið verður gott, og tey hava sett sær fleiri mál fyri árið.

Tað er gott at at seta sær mál og at eftirmeta, hvussu tað hevur gingið at rokkið málunum, sum vit settu okkum. Vit kunnu hava ymisk mál fyri ymisku partarnar av okkara lívi – familju, arbeiði og frítíð. Í øllum hesum er tó umráðandi, at vit eisini seta okkum andalig mál, og at vit hugsa um, hvussu okkara andaliga støða er og um vit ynskja, at hon skal vera øðrvísi í 2022? Eitt gott ráð er, at vit hava Gud við sum ein natúrliga parta í øllum okkara pørtum av lívinum.

LES EISINI  Snildfonir gera okkum býtt ...

Í Matteus 22, 37-40 kemur Jesus við eini uppskrift uppá, hvussu vit skulu liva okkara lív: Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.«

Í 2022 eiga vit tí at liva soleiðis, at vit elska Gud av øllum hjarta, sál og huga og næsta okkara sum okkum sjálv.

At finna eina einfalda uppskrift sum passar øllum, hvussu hetta verður gjørt, er ikki lætt. Ein av pørtunum í uppskriftini er tó tann sami fyri øll fólk – tíð. Vit elska Gud og næstan, við at brúka tíð saman við Gudi og næstanum. 

Í bókini “Gud i mit alt” nemir Ken Shigematsu serliga við trý øki, sum hann kallar fyri røturnar undir okkara kristinlívi – hvíludagurin, bøn og bíbliulesnaður.

LES EISINI  Gleði

Fyri at vit skulu hava tað gott, so er umráðandi, at vit geva okkum tíð til at hvíla. Hvíladagurin er ein gáva frá Gudi, soleiðis sum Jesus eisini sigur í Mark 2, 27: Og hann segði við teir: »Hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld.

Í 2022 hevur Gud givið okkum dagar, har vit kunnu hvíla. Sunnudagurin er ætlaður sum hvíludagur, har tað er gjørligt.

Annar tátturin er bønin. Í bønini kunnu vit tosa við Gud. Vit kunnu leggja alt okkara í hansara hendur. Vit kunnu takka honum og tilbiðja hann og vit kunnu leggja alla okkara sorg og okkara stúranir fram fyri hann. Soleiðis kunnu vit brúka tíð saman við Gudi. Vit kunnu biðja allastaðni og allatíð. Hetta er tí nakað, sum vit kunnu taka við okkum inn í allar partar av okkara lívi.

Bíbliulesnaður er ógvuliga týðandi í okkara kristinlívi. Tað er umráðandi, at vit regluliga taka til okkum av Guds livandi orði, tí tað er ført fyri at frelsa okkara sálir (Ják 1,21). Nær vit lesa í Bíbliuni, og hvussu nógv vit lesa hvørjaferð hevur minni at siga, enn at vit lesa regluliga, og at vit tilogna okkum orðið soleiðis at tað kann mynda okkum og okkara lív.

LES EISINI  Hvat við hinum 166???

At elska næsta okkara er eisini nakað, sum vit kunnu hava við okkum í øllum pørtum av okkara lívi. Vit kunnu gera væl ímóti teimum, sum vit møta. Vinarlig orð byggja upp. Vit kunnu vitja onkran, sum er sjúkur ella einsamallur. Í dag hava vit ríkar møguleikar at senda einum eina vinarliga heilsu umvegis sms, teldupost, messenger ella annað. Lat okkum í 2022 eisini vera nærverandi saman við teimum, sum Gud hevur givið okkum at liva við og ímillum.

Gott nýggjár og Guds ríku signing yvir nýggja árið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina