Ung runnu fyri nýggjum missiónshúsi

Fyrrapartin varð skipað fyri stuðulsrenning til frama fyri nýggja missiónshúsið í Gøtu. Tað vóru tey í ungdómsnevndini í GLÓÐ, sum er felags ungdómsarbeiðið í Gøtu og Leirvik, sum skipaðu fyri.  

Byrjað varð við bøn uttanfyri Leirvíkar Missiónshús, og eftir eina stutta upphiting varð runnið, gingið og súkklað eftir gamla leirvíksvegnum til Gøtu. Umleið 20 luttakarar vóru við á túrinum, sum er góðar 8 km langur. Málið var við missiónshúsið við Gøtugjógv, har luttakararnir fingu ábit og okkurt at sløkkja tostan við. Veðrið háttaði sær væl hesa løtuna, tó at tað var kalt.

Inga Maria Janusardóttir og Asta Sofía á Reynatrøð, sum samskipaðu tiltakið, vóru væl nøgdar við undirtøkuna og siga, at tiltakið eydnaðist sera væl.  


Bæði ung og eldri hava tikið so væl undir við tiltakinum, og tá er hugaligt at skipa fyri slíkum, siga tær báðar. Eitt slíkt tiltak savnar og samansjóðar okkum ungu, men eisini tvørturum bygdirnar og samkomurnar. 

Tey ungu vildu fegin verða við til at stuðla byggingini av nýggja missiónshúsinum, og nú arbeiðinum líður so væl, hildu tey tað vera hugaligt at geva eitt íkast, sum kann síggjast aftur.

Ætlanin er, at innkomni stuðulin fer til at fíggja køkin í nýggja missiónshúsinum. Luttakararnir í stuðulsrenningini hava frammanundan heitt á familju, vinir og kenningar um at stuðla teimum og hava eisini lýst við tiltakinum á møtum og sosialu miðlunum. Enn ber til at stuðla tiltakinum, siga tey í GLÓÐ, við at flyta eina gávu á kontonr. 6460-179.452.5.