Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað verður tosað meira og meira un sálarliga trivnaðin hjá ungum. Eisini her í okkara parti av heiminum kunnu vit ásanna, at trýstið á ungdómspsykiatrini er stórt. Nakrir granskarar frá New York University halda, at tað eru 12 ár síðani, at ringasta farstóttin av sálarsjúku millum ung, sum nakrantíð er skrásett, byrjaði. Ongin verður harðari raktur enn ungar gentur úr ríkum, versligum og individualistikum londum sum t.d. Norðurlond.

Næstan fimta hvør genta í Europa í aldrinum 11-15 ár upplivir minst trý tekin um strongd hvørja viku. Hjá dreingum í sama aldri er talið einans helvtina so stórt. Hóast bæði gentur og dreingir allastaðni í Europa gerast alsamt meira strongd, so eru tølini hægst her norðuri hjá okkum. Tað er serliga hjá gentum í teimum ríku og fyrrverandi kristnu londunum, at sálarheilsan er nógv versnað. Javnstøða, útbúgving, sosialur tryggleiki og framtíðarmøguleikar er tískil ikki longur nóg mikið til at halda sálarligari strongd burtur. Áðrenn 2010 var tað annars júst tey ungu í Norðurlondum, sum høvdu tað best í øllum Europa. Men hetta broytist nú.

“Talan er um eina sálarliga kreppu í teimum minst átrúnaðarligu og mest einstaklingsbundnu (individualistisku) londunum, sum serliga eru søguliga protestantisk lond” skrivar Zach Rausch við fleiri.

Jon Haidt, sum arbeiður saman við Zach Rausch, vísir á 2012 sum árið, har alt varð vent á høvdið. Onnur gransking vísir eisini, at tað júst eru tær ungu genturnar í teimum minst átrúnaðarligu londunum, sum hava størst skermnýtslu, og sum brúka mest tíð til sosialar miðlar. Granskarar halda tí, at tað er skjótt at hugsa, at tað er samband millum sálarheilsu og skerm- og miðlanýtslu. Sambært granskarum verða sosialu miðlarnir nýtttir at síggja heimin á ein nýggjan hátt.

Jon Haidt greiður frá, at ein av starvsfeløgunum hjá honum, Greg Lukianoff, longu í 2013 staðfesti, at knappliga og utttan ávaring góðtóku ung lesandi á New York University tríggjar lygnir:

Tað, sum tú ikki doyrt av, ger teg veikari. (Lygn #1)

Fólk byrjaðu at halda, at tey vóru viðbrekin og fingu skaða av orðum og meiningum, sum vóru øðrvísi. Ja, meiningin hjá øðrum verður nú fatað sum harðskapur, sum beinleiðis kann skaða onnur. Hetta leggur talu- og skrivifrælsið undir trýst.

Lít altíð á egnar kenslur (Lygn #2)

Tey byrjaðu at halda, at teirra kenslur – serliga teirra ótti – vóru eftirfarandi vegleiðarar til veruleikan. Fólk byrjaðu at leggja størri dent á sjálvsfatan og kensluligan inteligens sum amboð at handfara truplar støður.

Lívið er eitt stríð ímillum góð og ónd menniskja (Lygn #3)

Fólk byrjaðu at síggja samfelagið sum ein samansettan heim av offrum og kúgarum – góðum og óndum menniskjum. At síggja lívið sum eitt stríð ímillum góð og ónd menniskju hevur ført til eina fatan av samfelagsliga uppbygnaðinum, sum inniber eitt tilvitað arbeiði at finna og basa tí, sum verður sæð sum óndskapur í samfelagnum. Ójavnrættur og sosialt órættvísi er nakað av tí, sum verður sæð sum óndskapur. Rótin til óndskap er ónd menniskju, sum tí skulu niðurberjast.

LES EISINI  2.desember - Judith Johannesen lesur

Politiski vinstarvongurin tók í nógv størri mun hesar tankar til sín, samanborið við tey konservativu á høgra vonginum. Orsaka av teirra nýtslu av sosialum miðlum, og tí at tær eru partur av felagsskapum á netinum, so vóru tað ungar vinstrahallar kvinnur, sum í størstan mun tóku hesar tankar til sín. Hesar fatanarligu avskeplanirnar høvdu sostatt við sær, at tær gjørdist meira óttafullar og hugtungar samanborið við aðrar bólkar, heldur Jon Haidt.

Hvat skulu vit so halda um hetta?

Granskarar frá New York University vísa á nakrar avbjóðingar, men koma ikki við nøkrum aftursvari. Men, Bíblian kemur við einum aftursvari. Lat okkum tí hyggja eftir, hvat Bíblian sigur.

Tað, sum tú ikki doyrt av, ger teg veikari. (Lygn #1)

Ein tílík tilgongd til lívið er merkt av ótta. Hon setir bæði andsfrælsið og talu- og skrivifrælsið undir stórt trýst. Fólk við øðrum meiningum verða sædd sum beinleiðis vandamikil. Um man óttast sjálvur at verða særdur, so verður tað eisini sera avbjóðandi at góðtaka talu- og skrivifrælsið hjá hvørjum øðrum.

Bíblian, harafturímóti, lærir okkum, at vit sum kristin kunnu vera trygg. Sjálvt tá útlitini eru ógvuliga ring. Vit kunnu byrja við Róm 8,31 og 35: Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Guð við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð?

Sjálvt tá ið tað ringasta rakar okkum, so eru vit framvegis í Guds hond. Og tað er júst hjá honum, at vit fáa styrki til dagin og vegin. Hetta kunnu onnur ikki taka frá okkum.

Onnur menniskju eru tí ikki vandamikil. Tað ringasta tey kunnu gera, er at drepa okkum. Tí kunnu vit uttan ótta samskifta við onnur menniskju. Ja, vit kunnu enntá loyva øðrum at hava øðrvísi meiningar enn vit sjálvi hava. Tey kunnu ikki taka nakað frá okkum, tí tað vit hava, hava vit fingið frá Gudi. Sjálvt djevulski óndskapurin, sum kann raka okkum er avmarkaður og undir Guds valdi. Samstundis kallar Gud okkum at vera sannleikanum trúgv í kærleika.

Lít altíð á egnar kenslur (Lygn #2)

LES EISINI  Freistin at tekna seg á oktoberlegu er 18.oktober

Hesari lygn svarar Bíblian soleiðis: Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni. Orðt 3, 5-8

Grundhugsanin í Bíbliuni er, at Gud hevur ætlanir við hvørjum einstøkum menniskja – ætlanir um eydnu og frið, um framtíð og vón. Men, tá ið menniskju byrja at yvirtaka stýringina í egnum lívi, so endar tað skjótt galið. Tí vit hava ikki neyðuga innlitið, hvørki í nútíð ella framtíð til at vita, hvat er okkum at gagni. Tað nyttar lítið at stýra eftir einum kumpassi, sum bara melur í klingur. Tá sigla vit í ring. Okkara kenslur eru alt ov umskiftandi til, at vit kunnu liva eftir teimum. Um vit hugsa um tað, so minnast vit ivaleyst støður, har okkara kenslur leiddu okkum skeiva leið. Her eru nøkur dømi, sum tú møguliga eisini hevur upplivað:

  • Ein persónur, sum kennir seg ótryggan, kann av misgáum fata ósekar gerðir sum hóttanir, meðan onkur annar, sum kennir seg sannførdan um okkurt gott, møguliga ikki sær ávaringar um at nakað ringt er ávegis.
  • Ein persónur, sum stúrir fyri ávísum umstøðum kann yvirmeta vandar og avleiðingar, meðan persónurin møguliga ikki fær eyga á sjálvt tær mest upplagdu loysnirnar.
  • Um man er eitt sindur ósikkur, so er skjótt at undirmeta ella yvirmeta egin evni og virði.
  • Viðhvørt kann ovurhonds stoltleiki og sjálvsálit føra til manglandi evni at viðurkenna feilir ella manglar. Hetta kann hava negativa ávirkan á bæði støðutakan og sambond.

Orðtøkini lærir okkum, at vit ikki skulu líta á egna vitsku. Hetta merkir ikki, at vit skulu síggja burtur frá okkara viti og skili og heldur ikki okkara royndum, men heldur at vit skulu viðurkenna, at okkara menniskjaligi vísdómur hevur sínar avmarkingar. Í 1. Korint 1,25 stendur: Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan. Hetta er tí ein áminning til okkum um, at Guds leiðsla ber av okkara viti.

Vit skulu tí lurta, tá ið Gud eggjar okkum: Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Rebecca M. Pipppert lýsir hetta so væl í bókini SALT: “Sannleikin er, at okkum ikki tørvar sjálvsálit, men at vit hava tørv á Guds-áliti.”

At hava Gud sum vegleiðara í lívinum er ein gáva, sum gevur vísdóm.

Lívið er eitt stríð ímillum góða og ónda menniskja (Lygn #3)

LES EISINI  - Nýggja høllin er lekkur!

Tað kann vera so freistandi at síggja stríðið millum tað ónda og tað góða sum nakað ímillum menniskju. Hetta gevur okkum eina fíggindamynd, sum vit kunnu fyrihalda okkum til. Tíverri síggja vit eisini kristin, sum hava trupult við at síggja munin. Bíblian lærir okkum tó sera greitt, at menniskja ikki er fíggindin. Heldur ikki fosturtøku viðhaldsfólk ella LGBT fólk. Ongin av teimum er okkara fíggindi. Tey eru einans menniskju við øðrum meiningum.

Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, Róm 3,23. Tí eru vit øll í somu støðu. Óndskapurin hevur fingið fastatøkur á okkum øllum, og vit hava øll tørv á Jesusi. Tann kristni, sum hevur sæð hetta, veit eisini, at óndskapurin, sum hevur fastatøkur á okkum øllum kemur aðrastaðni frá. Og tað er har vit skulu hyggja, tá ið vit skulu leita eftir fíggindanum. Paulus nevnir júst hetta í Efesusbrævinum:

tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum. Ef 6,12

Tvørturímóti, so skulu vit menniskju streva eftir at elska hvønn annan. Tað letur seg væl gera, hóast vit ikki eru samd.

Tíðarrákini, sum hava verið frammi seinastu 12 árini, eru sostatt alt annað enn bíbilsk. Og hóast tey á summum økjum hava nakað positivt við sær, so endar tað illa, tí tey eru grundaði á skeivar hugsanir um, hvat menniskja er og hvat tað kann.

Tí hava vit sum kristin eina stóra uppgávu at vera ljós í heiminum, og við okkara egnu fyridømum vísa, at tað er ein annar máti at liva uppá. At tað ber til at finna styrki í tí trupla, at vit kunnu vera trygg, tá ið vit liva eftir Guds vegleiðing, og at vit altíð eru tilreiðar at elska tey, sum ikki eru samd við okkum. Tí hetta er bíbilski mátin at hjálpa hvørjum øðrum úr sálarligu kreppuni, sum nógv eru endaði í.

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Andrias Magnussen umsetti

Keldur:

Ein av fremstu granskarum innan økið, Zach Rausch, hevur áður samstarva við Novo Nordisk um at kanna sálarligu støðuna hjá ungdómi í Norðurlondum. Í 2023 var hann ein av høvuðstalarunum á “Forum ved Anvendt Forskning i Børn og Unges Mentale Sundhed”, sum er ráðstevna fyri fremstu leikarar innan barna- og ungdómspsykiatri í Danmark.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina