Ungdómsarbeiðið eitur PULS

Ungdómsarbeiðið í Missiónshúsinum í Leirvík fekk herfyri nýtt navn, og kallast nú PULS.

– Nýggja navnið er stutt, greitt og føroyskt og ímyndar eina nýggja og fríska byrjan fyri ungdómsarbeiðið, nú vit eru komin inn í eitt nýtt ár, sigur ungdómsnevndin í missiónshúsinum.

– Merkir tú ein puls, so veitst tú, at her er lív. Pulsurin ímyndar eitt livandi likam – eitt hjarta, sum slær – eina áhaldandi rytmu. Hetta vilja vit skal eyðkenna okkara ungdómsarbeiði, sigur ungdómsnevndin um nýggja navnið. Vit hava ein boðskap, sum gevur lív, og vit vilja vera kend sum ein lívgevandi felagsskapur, sigur Jákup Justinussen, formaður fyri ungdómsarbeiðið í Leirvík.

– Vinklarnir til nýggja navnið eru nógvir. Í Orðtøkunum 4,23 stendur: “Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp.” So vit kunnu eisini siga, at vit hava bert ein góðan og sunnan puls, um hjartað hevur tað gott, leggur hann afturat.

 

Navnakapping

Avgerðin um at fáa nýtt navn varð tikin áðrenn jól, og so var navnakapping sett í gongd. Fleiri enn 50 uppskot komu inn frá teimum ungu, sum koma á ungdómsmøti. Síðan hugdi ungdómsnevndin ígjøgnum øll uppskotini, valdi tey bestu uppskotini burturúr og varð skjótt samd um PULS sum tað besta boðið.

Vinnandi uppskotið átti Lív Justinussen. Upprunaliga uppskotið var á enskum (PULSE), men ungdómsnevndi valdi at gera eina lítla broyting og strika ‘e’ fyri bæði at stytta og føroyska navnið meira.

Síðan varð ein búmerkjakapping gjørd umvegis heimasíðuna Freelancer.com, har ungdómsarbeiðið fyri einans 300-400 krónur fekk heili 66 uppskot frá sniðgevum úr øllum heiminum.
– Summi vóru góð og onnur minni góð – men lítil ivi var um, at valda búmerkið var tað besta uppskotið, sigur Jákup.

Hvørt fríggjakvøld møtast um 20-30 ung til ungdómsmøti (nú PULS) í missiónshúsinum í Leirvík. Harafturat eru tveir ungdómsbíbliubólkar, og nógv ung eru virkin innan tónleik og sang.

Tú kanst fylgja PULS á Facebook, Snapchat (lmh-umoti) og Instagram (pulsungdomur).