Ungdómsmøti er sunnukvøld

-Vit hava ungdómsmøti sunnukvøld kl.20.30. Vanliga er møtið í kirkjukjallaranum, men í kvøld var hann upptikin. Vit eru tí bjóðað út í eitt heim, og tað eru vit takksom fyri, og tað hevur verið eitt gott, øðrvísi og hugnaligt kvøld. Tað sigur Sámal Jákup Joensen, sum situr í ungdómsnevndini hjá missiónshúsinum í Gøtu.

-Innihaldið í okkara ungdómsmøtum er felagssangur, bøn, tala og/ella undirvísing. Í kvøld var undirvíst í: “Nær er trúgvin nóg stór?” Í kvøld fingu vit suppu og drekkamunn aftaná. Vanliga hava vit ein drekkamunn aftaná, og so hugna vit okkum við borðtennis, borðspølum, og øðrum spølum, sigur hann

– Uppmøtingin er rímiliga góð, tí vanliga eru frá 25 og upp móti 40 ungum, sum savnast. Aldurin er frá sjeynda flokki og uppeftir. Tey flestu eru úr Gøtu, meðan nøkur koma úr grannabygdunum. Hetta er eitt gott og spennandi arbeiði, sum vit í nevndini skipa fyri og hava ábyrgd av, sigur Sámal Jákup.