Ungir arábar taka frástøðu frá IS
Tríggir av fýra ungum arábarum taka frástøðu frá Islamiskum Stati (IS), og helvtin av teimum heldur, at yvirgangsbólkurin er tann størsta hóttanin í arábiska heiminum, vísir ein nýggj kanning. 3500 persónar, í aldrinum 18 til 24 ár í 16 arábiskum londum, eru spurdir.
78 prosent av luttakarunum svara, at teir aldrin kundu hugsað sær at stuðla IS, hóast bólkurin gjørdist minni víðgongdur. 13 prosent svara, at tey kundu stuðlað IS, meðan níggju prosent vita ikki.
Samstundis svara heili 77 prosent, at tey eru ótrygg við framgongdina hjá IS, meðan bara ein av seks heldur, at tað fer at eydnast IS at stovna ein stat.
Nógv korruptión og kríggj hava í langa tíð verið í arábiska heiminum, samstundis sum londini ikki hava megnað at skapa nóg nógv arbeiðspláss til tað skjótt vaksandi íbúgvaratalið.
Ein av fýra heldur, at høga arbeiðsloysið millum ungar arábar er orsøkin til framgongdina hjá IS, skrivar dagen.no.