United by Music – sameind í tónleikinum

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri fleiri mánaðum síðani boðaði Heimamissónin frá, at ein gospelfestivalur skuldi verða 1. apríl í Nesvík. Í tí sambandi varð eisini ein navnakapping um heitið á festivalinum, sum so fekk frálíka navnið Kristfest. So hvørt tað nærkaðis Kristfest avdúkaðu fyriskipararnir fleiri og fleiri nøvn, ið skuldu framføra á festivalinum. Her vóru bæði kend útlendsk nøvn og nógv stór føroysk nøvn, ið framføra andaligan tónleik. Og tað var ein góð blanding av ymiskum einstaklingum, bólkum og kórum. Tað einasta, ið kanska manglaði, vóru tónleikarar til tey heilt ungu. Men tá hetta nú var fyrstu ferð, at eitt slíkt tiltak varð sett upp í Nesvík, so skal man líka føla seg fram og gera sær nakrar royndir.

Ein líknandi gospelfestivalur var fyri eftirhondini fleiri árum síðani í Kelduni í Skálafirði, sum var eitt so sera gott tiltak eisini. Tað eru alsamt fleiri og fleiri festivalar, ið stinga seg upp í okkara lítla landi. Serliga er tað í summarhálvuni, at tilboðini eru mong til bæði ung og eldri. Kendir sangarar koma úr útlondum, og føroyskir tónleikarar fáa eisini høvið skara framúr.

Tað er deiligt, at vit føroyingar hava nógv tiltøk at velja millum. Tað verður kapping millum fyriskipararnar at seta upp ein góðan festival, og vit kunnu siga, at her er lív í oyggjabúgvunum. Tó kann tað til tíðir gerast í so nógv at velja millum, og sjálvandi hevur man ikki ráð til at fara til alt. Men tað er spennandi at uppliva onkran, man hevur lurtað nógv eftir í hátalaranum í livandi lívi á palli í okkara egna umhvørvi.

LES EISINI  Lat stýrimannin føra skútuna!

Aftur til Krisfest, sum eg haldi vera eitt ómeteliga gott átak, so vóru framførslur frá kl. 13 um dagin og til uml. kl. 01 um náttina. Nógvir sangarar og bólkar spældu, tú kundi keypa tær mat og drekka, práta við fólk og hugna tær, sum tú vildi. Tú kundi fara og koma, sum tú vildi, tí tú hevði eitt armband, ið var atgongumerki til dagin.

Tíðin til tiltakið var kanska eitt sindur óheppin á tann hátt, at konfirmatiónssunnudagur var dagin eftir og hetta var byrjanin uppá páskafrítíðina. Kanska nógv dáma at ferðast hesa tíðina. So fleiri vóru kedd um, at tey ikki fingu farið á Kristfest. Men so hoyrdi eg onkran siga, at festivalurin kostaði ov mikið, at andalig tiltøk og boðan av Guðs orði eiga at vera ókeypis. Tí vóru tey ímóti at gjalda fyri eitt slíkt átak.

Eg má bara rista uppá høvdið. Eru vit ikki komin longur enn tað? Hetta var ikki eitt møti ella møtirøð við evangelisering á skrá. Jú, her er gott nokk ein boðskapur, ið verður boðaður í sangunum, men hetta kann als ikki samanberast við eitt boðanartiltak. Hóast tað eisini kostar pengar at seta upp ljóð- og ljósviðurskifti og alt, sum hevur við tað at gera, so er tað á einum heilt øðrum støði. Vilja vit hava sangframførslur úr útlondum, so mugu vit gjalda fyri teirra ferð og uppihald í FO. Vilja vit hava góðsku innan ljóð og tøkni, so kostar tað pengar. Og so eru allarhelst so nógv viðurskifti, sum eg ikki dugi at siga frá her, ið eru kostnaðarmikil, um brúkarin ynskir eina dygdargóða uppliving. Gjalda vit ikki uttan at blunka fyri at hoyra bæði Toto, Anastaciu, James Blunt, Europe og fleiri afturat? Og tað er ikki smápengar! Men tað rokna øll sjálvandi við at skula.

LES EISINI  Regn bjargaði presti ...

Hví er hugburðurin so øðrvísi, bara tí tað er eitt kristiligt tiltak? At boða kristindóm er ikki ókeypis! Tað er jú eisini orsøkin til, at man hevur innsavnan til andalig tiltøk og annars kann lata tíggjund o.l. Men at stápla ein tílíkan festival uppá beinini er nakað heilt annað. Vit eru heilt víst mong, ið dáma at fara út at eta á góðum matstovum og gjalda okursprísir fyri EIN búff! Men hugburðurin er, at tað er nú bara tað, tað kostar. So skal eg brokka meg um, at eg tann eina dagin um árið gjaldi fyri andaliga føði, sum varir í 12 tímar við nógvum variatiónum? Fólk hava staðið á høvdinum í vikuvís at fáa hetta at bera til. Og nógv av teimum gera tað ólønt. Tíverri er tað eisini eitt sindur ein hugburður innan fyri kristin virksemi, at tað onkusvegna er í lagi, at lokalir, kristnir tónleikarar syngja til konsert ókeypis. Men her haldi eg, at tað eigur at hyggjast at sindur at, hvat tiltakið er fyri nakað. Til møti o.l. hevur man við evangelisering at gera, tá er tað ein sjálvfylgja at boða gleðiboðskapin ókeypis. Men til stórar konsertir o.l. brúkar man sera nógva tíð – kanska eisini av tíni arbeiðstíð – at gera klárt, venja og framføra. Tá haldi eg ikki, at fyriskiparar eiga at taka sum givið, at tónleikararnir ”arbeiða” ókeypis. Er tað ein konsert við kostnaði, har útlendsk verða lønt, so eigur tað at vera tað sama fyri tey øll.

LES EISINI  Ættir skifta

Sjálv eri eg sera glað um, at Kristfest var. Og eg vóni, tað verður eitt afturvendandi tiltak. Tí sum áður nevnt, so eru eftirhondini rættiliga nógvir festivalar, stevnur og tiltøk av øllum møguligum slagi, men tað mesta av tí hevur ikki eitt kristiligt innihald ella er uttan rúsandi drykkir v. m. Her kann eg uppliva sangstjørnur og gospelsangir í livandi lívi á pallinum frammanfyri mær. Og sjálvandi veit eg, at tað er ikki ókeypis at fyriskipa. Lat okkum heldur standa saman um at fáa hendan sera góða og enntá andaliga festivalin at bera seg væl. Ein festivalur, har vit nokk mong kenna okkum heima og upplyftan. Og her koma heilt víst eisini fólk at lurta, ið annars ikki koma til andalig tiltøk. Og ikki minst, so luttaka fólk úr øllum samkomum úr landinum bæði á palli og sum áhoyrarar. Sum Eurovision Songcontest-heitið í ár segði tað so væl: United by Music – sameind í tónleikinum – og Jesusi Kristi!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina