Uppfyllið jørðina: Er tað skylda okkara at fáa børn?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá ið Hagstovan fyrr í ár kunngjørdi burðartalið, gjørdist greitt, at fallandi burðartal nú eisini er í Føroyum. Í 2019 vórðu 2,4 børn borðin í heim fyri hvørja kvinnu í burðardyggum aldri, men nú er talið bert 2,05. Hetta er eitt stórt fall uppá fá ár. Heldur hetta soleiðis áfram, verða vit skjótt færri føroyingar. Hvat skulu vit hugsa um hetta? Ja, tað velst um, hvat liggur aftanfyri tølini.

Ein orsøk, sum viðhvørt verður nevnd, er, at tað er sjálvsøki at eiga børn, tí jørðin er longu yvirmannað. Her búgva yvir 8 milliardir, og jørðin verður útpínd, um fleiri koma aftrat. Broyta vit nýtsluna, kunnu kanska einar tvær milliardir koma aftrat, men sum er, eru vit ov mong. Nøkur halda, at vit skulu gevast við at fáa børn fyri at vera góðir húshaldarar av skaparverkinum. Ein donsk kanning vísir, at um 25 % av ungum kvinnum hugsa um ikki at fáa sær børn vegna veðurlagsbroytingar.

Samstundis vil generatión Z (tey sum eru fødd frá miðskeiðis í 1990’unum til tíðliga í 2010’unum) helst hava eitt longri lív sum tannáringar, har tað er pláss fyri spontaniteti og upplivingum. Lívið sum smábarnaforeldur síggja nógv sum eina forðan fyri hesum dreymum. Nógv síggja familiulívið sum eitt haft.

Aðrar orsøkir eru tann umfatandi óttin og stúranin, sum fyllir generatión Z, og broytt sosial mynstur, síðani vit fingu teldir og snildfonir. Og fyri nógv tykist tað sera torført at finna ein hjúnarfelaga.

LES EISINI  Trúgv og Samfelag: Fyri vali og fríum lívi  (2. partur)

Tað kristna sjónarmiðið

Tey ungu kristnu hava eisini nógv at umhugsa, um tey vilja eiga børn. Byrjast má við bønini: ”Veri vilji tín!” Vit eru her fyri at gera okkara Himmalska Faðirs vilja, eisini tá ið vit hugsa um familju. Paulus skrivar í 1.Kor.7,8, at tað er gott fyri tey ógiftu og einkjurnar, um tey verða verandi, sum tey eru – also ógift.

Tí er týdningarmikið at siga, at ikki øll skulu eiga børn. Og tá Bíblian greitt sigur, at sex hoyrir heima í hjúnalagnum, so er lætt at skilja, at Paulus ikki ynskir, at tey einsamøllu skulu fáa børn.

Men Gud sigur eisini, at tað ikki er gott fyri mannin at vera einsamallur, og hevur lagt tær sexuellu kreftirnar í okkum. Hann hevur skapað okkum sum mann og kvinnu til hvønn annan og kærleikan, og samstundis gjørt tað soleiðis, at júst sex er vegurin fyri at fáa børn.

So mugu vit heldur ikki gloyma, at nógv kunnu ikki fáa børn. Og tað er ikki til teirra, eg skrivi hetta! Lat meg bert undirstrika, at tað er týdningarmikið, at vit uppfylla tað plássið, Gud ætlar okkum. Og ber ikki til at fáa børn, hevur Gud aðrar uppgávur og signingar til okkum at stremba eftir.

Gud hevur boðið okkum at verða barnrík og uppfylla jørðina (1.Mós. 1,28). Men vit skulu eisini umsita skaparverkið. Nøkur halda, at vit hava uppfylt jørðina, og at kvinnur tí í miðal bert skulu eiga 2,1 barn, sama tal, sum tey, sum doyggja. Eg eri bara ikki vísur í, at hesin hugsunarháttur er so sjálvsagdur, sum tað sýnist í fyrstu atløgu. Og so als ikki fyri okkum kristnu, sum vilja ala børnini upp til Guds æru. Gud elskar menniskjað, og eg haldi, at tað í Bíbliuni er torført at finna grundarlag fyri, at hann vil, at kristin skulu eiga færri børn. Hvørt einasta menniskja er ætlað at liva til hansara æru. Hann vil tað soleiðis. Tí skapaði hann menniskja og gav okkum Paradísið at liva í. Fyri at vit skulu liva bundin at honum og øðrum menniskjum. Vit eru ikki í Paradísinum longur. Men skjótt skapar hann ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, har Jesus ger eitt pláss til reiðar til øll tey frelstu. Har verður nóg mikið av plássi! Tí nýtist tað ikki at vera egoistiskt at eiga børn. Hóast tú gevur tær sjálvum eina stóra gávu, kann hetta eisini vera ein tænasta fyri Gudi.

LES EISINI  Nýtt online skeið um trúgv í familjuni

Tað er merkisvert, at fólk, sum tey gerast ríkari, fáa færri børn. Mótsatt er hjá djórunum. Fær ærin fóðurtilskot áðrenn hon verður kvigin, kann hon lemba meira enn eitt lamb. Hví er øðrvísi hjá okkum menniskjum? Kanska vælferð fær okkum til at hugsa meira um okkum sjálvi og minni um bindandi familjulív?

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, um tað er syndafallið, sum fær rík til at fáa færri børn? Vit eru øll skapað til at vera bundin at Gudi, og til at Hann skal vera miðdepulin í lívi okkara. Men hetta er kanska lættast, tá vit eru pressað. Sum vælferðin økist, og tað eydnast at temja náttúrukreftirnar, blaka vit Gud út og seta okkum sjálvi í hansara pláss. Hetta ávirkar ikki bara okkara forhold til Gud, men eisini, hvussu vit síggja okkum í relatión til onnur menniskju. Og tað sær út til, at tess meira  upptikin vit eru av okkum sjálvum, tess minni pláss er fyri øðrum. Er tað tí, at rík veruliga fáa færri børn, hóast tey hava betri møguleikar fyri at geva børnunum alt, teimum tørvar til lívsins uppihald???

LES EISINI  Tá ið ongin sannleiki er longur

Nógv verða ongantíð til reiðar at fáa børn, meðan nøkur vilja bíða, til tey eru til reiðar. Tað rætta man vera at loyva hesum, í áliti á at Gud eisini vil hjálpa okkum at vaksa sum foreldur.

Bíblian sigur ikki greitt, um tú skalt stremba eftir at eiga børn. Men allar avgerir eiga at byrja við at leggja sín vilja í Guds hond og líta á hann. Avgerin at fáa børn eigur av verða tikin saman við hjúnarfelagnum og Gudi, og sum í øllum lívsins førum hevur Gud ta avgerandi atkvøðuna!

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Sólbjørg Mortensen Símunarson umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina