Uppíbyggingin bíligari enn mett
Í dag vórðu tilboðini til at byggja uppí Leguhúsið í Nesvík latin upp. Hetta varð gjørt í hølunum hjá Selmar Nielsen Arkitektum, sum eisini hava staðið fyri projekteringini av uppíbyggingini.
Lægsta tilboðið átti TN Bygging, og tað var góðar 4,6 milliónir lægri enn kostnaðarmetingin hjá Selmar Nielsen Arkitektum á 26,5 milliónir umframt meirvirðisgjald. Meirvirðisgjaldið fær Kirkjuliga Heimamissiónin endurrindað frá Taks sambært lóg og góðkenning frá 2012.
Hvat hendir nú?
– Nú verða tilboðini gjøgnumgingin. Selmar Nielsen Arkitektar gjøgnumganga tilboðini og vita, hvat ger munin á teimum, og um alt er í lagi. Tá ið tað er gjørt, verður støða tikin til at fara víðari. Og har er tað soleiðis, at um alt er í lagi, so fær tann, sum hevur lægsta tilboðið, arbeiðið. Og so verður byrjað, sigur Niclas Davidsen, formaður í bygginevndini.
Í samrøðu við Trúboðan fyrr í ár greiddi Niclas frá, at tað var fíggjarkarmurin, sum treytaði, hvussu nógv varð bygt beinanvegin, og tað besta hevði verið, um alt kundi verið bygt í senn. Nú tilboðini vísa ein lægri kostnað enn væntað,verður hann spurdur, um alt verður bygt beinanvegin.
– Tað er ikki full støða tikin til enn, hvussu langt vit fara. Tilboðini síggja gott út. Hetta letur upp møguleikan fyri at kunna gera bæði byggistigini, sigur Niclas.
Tá ið tilboðini eru gjøgnumgingin, verður meira at frætta, og tað verður væntandi innanfyri næsta mánaðin.