Uppskrift uppá veking

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í tíðum við fáum ella ongum kristiligum vekingum eru viðhvørt røddir frammi, sum siga, at skulu vit fáa veking, mugu vit broyta møtiform, møtitíðir, taka nýmótans ljóðføri og arbeiðsamboð í nýtslu, lýsa við grøðingarmøtum, lovsangsmøtum…

Tað kann væl vera, at broytingar eru neyðugar fyri betur at náa nútíðarmenniskju.
Tí skulu allar kristiligar leiðslur til eina og hvørja tíð spyrja seg sjálvar:
“Hvussu náa vit longst út við gleðiboðskapinum um Jesus til okkara samtíð við teimum umstøðum, amboðum og fólkum, vit hava”?
Og tó, so eru tað hvørki okkara kristiligu arbeiðshættir, ljóðføri, snildi, grøðingar… sum í sjálvum sær skapa veking.

Viðhvørt verður víst aftur til reformatiónina og tær stóru vekingarnar og sagt:
“Tá arbeiddi Gud. Tá átti Gud lýdnar og andsfyltar tænarar, og tá vóru menniskju vakt og komu til trúgv á Jesus!” Satt er tað, og nøkur eru vit, sum leingjast og biðja eftir, at tílíkar vekingar koma aftur. Men spyrja vit samstundis:
– Hvør byrjaði reformatiónina? Gud.
– Hvar byrjaði reformatiónin? Í Luther´s syndiga hjarta.
– Hvussu byrjaði reformatiónin? Í og við at gleðiboðskapurin gjørdist livandi og viðkomandi, ja, “varð Guds kraft til frelsu”

Leita vit longur upp í tíðina og spyrja:
– Hvør byrjaði Heimamissiónina? Hvar byrjaði Heimamissiónin? Hvussu byrjaði Heimamissiónin?
Ja, so fáa vit sama svar sum omanfyri.
Kvinnur og menn vórðu frelst í og við, at tey hoyrdu og tóku ímóti Guds orði og upplivdu tað sama sum ápostlarnir:
”Vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt”
Tey gjørdust livandi vitni um ein livandi Gud.

Lesa vit kirkju- og missiónssøgu, so prógvar hon tað, sum Nýggja Testamenti greitt lærir, at sonn kristilig veking gongur á tveimum beinum: Boðan og bøn.
Boðanin av Guds livandi orði og bønin til Guds eru saman týdningarmestu amboðini í byggingini av Guds ríki á jørð.
Mær vitandi er Gud ikki komin við nýggjum arbeiðsamboðum fyri veking.
Tí má Guds fólk fylgja hesi gomlu og royndu uppskrift – eisini í komandi tíð, um vit framhaldandi skulu vænta vekingar.
Av somu orsøk má ella kann onki koma ístaðin fyri boðanina av Guds orði og bønina.
Samstundis er Bíblian svørðið/vápnið, ein og hvør kristin hevur at berjast við og verja seg við.
Nýt tað dúgliga.
Bønin er “andadrátturin” í kristinlívinum. Anda tí dúgliga!

Nei, tað finst eingin løtt ella nýmótans uppskrift til sanna kristiliga veking.
Uppskriftin eitur – sum altíð: Boða og bið. Sáa og væta.
Tað er stríggið, ja, men Guds lyfti hvíla yvir tí arbeiðinum.

Ert tú ein kristin, so liv sum ein sannur kristin, sum tekur alla synd í størsta álvara.
Harvið tekur tú Jesus, náðina og fyrigevingina í álvara og ærir Gud og livir “vekjandi”.

Tann “kristni”, sum ikki tekur alla synd í álvara, verður ein forðan fyri veking og skuggar fyri Jesusi.
Okkara gerðir kunnu ikki skapa veking, men tær kunnu sanniliga forða fyri veking.

Gud er tann sami nú, sum á døgum Paulusar, Luthers og tá missiónin byrjaði.
Hann vil veking. Vilt tú eisini tað?
Gud arbeiðir fyri veking. Gert tú eisini tað?